Føroyska landsliðið tapti 1-0 móti Rumenia sunnukvøldið, men ítróttarblaðstjórin á Miðlahúsinum, Tróndur Arge, heldur at føroyska avrikið var góðkent á allar mátar.
- Føroyska liðið spælir væl, men vit mangla bara at fáa ta seinastu avleveringina at sita. Hon kemur kanska við meiri dystarvenjing hjá spælarum okkara, segði Tróndur Arge millum annað við Rás 2 í dag.
Hann sigur, at tað er eingin ivi um, at føroyska liðið er í menning. Hann vísir á, at teir spælarar, sum koma gjøgnum føroysku fótbóltsskipanina gerast betri og betri fyri hvønn árgang, umframt, at spælararnir í útlondunum spæla fleiri dystir, enn teir hava seinastu árini.
- Vit síggja fleiri spælarar, sum fara til feløg, har teir sleppa at spæla, heldur enn at sita á beinkinum. Teir tora at fara á eitt lægri stig, fyri at fáa spælitíð. Hetta er ein góð gongd og hevur givið landsliðnum nógv, tí hóast talan ikki er um hægsta stig í útlondum, so er tað tó eitt hægri stig enn Effo-deildin, sigur Tróndur Arge.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.