Landsliðið: HB ari út og HB ari inn

Manslandsliðið hevur eitt avboð og tí er nýggjur spælari innkallaður

Ári Mohr Jónsson hevur givið avboð til dystirnar móti Litava og Turkalandi. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Daniel Johansen, skrivar Fótbóltssambandið. Fyrr í vikuni kunngjørdi Hákan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til UEFA Nations League dystirnar móti Litava og Turkalandi. Millum teir úttikna, var Ári Mohr Jónsson úr HB.

 

Men nú er greitt, at kviki vongurin hjá teimum reyð-svørtu kortini ikki verður við í flogfarinum, sum nakrar minuttir í nýggju í kvøld setir kós móti litaviska høvuðsstaðnum, Vilnius.

 

Ári Mohr Jónsson hevur ein lítlan skaða at dragast við, og mett verður, at hann ikki er nóg birgur til landsliðsfótbólt í næstum. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir liðfelaginum hjá Ára, Danieli Johansen.

 

Hósdagin 22. september klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð, spæla Litava og Føroyar á LFF Stadion í Vilnius, og sunnudagin 25. september klokkan 19:45 vitjar Turkaland á Tórsvølli.

 

##med2##

 

Hópurin:

 

Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)

 

Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn

 

Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn

 

Hørður Askham, HB Tórshavn

 

Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn

 

Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík

 

Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

 

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík

 

Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík

 

Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklub (Noreg)

 

Daniel Johansen, HB Tórshavn

 

Heðin Hansen, HB Tórshavn

 

Hallur Hanssson, KR Reykjavík (Ísland)

 

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

Andrass Johansen, B36 Tórshavn

 

Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík

 

Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg)

 

Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn

 

Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík

 

Jóan Símun Edmundsson, S.K. Beveren (Belgia)

 

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík

 

Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)

 

Pætur Petersen, HB Tórshavn

 

Daniel Johansen er boðsendur til dystirnar móti Litava og Turkalandi - Mynd: Hans Erik Danielsen