Landsliðsmálverjin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, 28 ára gamla Randi Skylvsdóttir Wardum, verður ikki longur at síggja sum málverjin í fótbólti. Hugurin er ikki til staðar longur, sigur Randi.
- Hugurin hevur ikki verið til fótbólt í longri tíð. Tí tók eg eina avgerð undan seinasta kappingarári, at kappingarárið í fjør bleiv tað seinasta, sigur Randi S. Wardum.
Hon hevur verið ein av okkara fremstu kvinnuligi fótbóltsspælarum seinnu árini. Hon var í fjør við til at vinna 15. meistaraheitið við KÍ.
- Tað var týdningarmikið fyri meg at fáa 15. FM við KÍ í hús, og fáa HM undankappingina við landsliðnum við, sigur nú fyrrverandi landsliðsmálverjin.
Randi er uppvaksin í HB, men hevur síðani 2004 spælt við KÍ í føroyskum fótbólti. Hon hevur eisini roynt seg í íslendskum fótbólti.