info
Ongi úrslit

Landsliðsspælari spælir ikki aftur í ár

U-21 landsliðsmiðverjin og álitið í B68 miðverjuni hevur brotið bein í fótinum og verður ikki at síggja á vøllinum aftur í ár

Jóannes Hansen
28. august 2024 kl. 07:17

Á tíðindafundinum í FSF húsinum fyrrapartin mánadagin boðaði U-21 landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein frá, at hann hevði úttikið 18 spælarar og at ein spælari fór at vera úttikin seinni.

Áki Johannesen hevur verið fastur maður í miðverjuni á hesum U-21 landsliðnum. Hann var ikki á listanum mánadagin, og nú er tað greitt, at B68 miðverjin verður ikki við í dystunum ímóti Kroatia á útivølli og Grikkalandi á heimavølli fyrst í næsta mánað.

-Áki hevur brotið bein í fótinum, og hann fer ikki at spæla aftur í ár.

Tað sigur Jákup á Borg, venjari hjá B68, sum harmast vegna álitismannin í verjuni bæði á U-21 landsliðnum og hjá B68.

Áki Johannesen var á vøllinum alla tíðina, tá ið B68 um vikuskiftið tapti 2-0 í Sørvági. Síðani hevur hann verið til kanningar hjá lækna, sum hevur staðfest, at eitt bein í fótinum er brotið, og at tað verður neyðug at gipsa fótin. Áki verður ikki leysur við gips og síðani serligan stivla fyrrenn um átta vikur, og tá verður landskappingin um at vera liðug.

21 ára gamli Áki Johannesen hevur verið millum teir fyrstu ellivu í øllum seks EM undankappingardystunum hjá U-21 landsliðnum í fjør og í ár. Síðani 2021 hevur hann spælt níggju U-21 landsdystir.

Á B68 liðnum, sum stríðist fyri lívinum í bestu deildini, er hann sambært FaroeSoccer spælarin, sum hevur verið mest á vøllinum higartil í ár.

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Donsk-føroyska DÓTTIR við seinasta staklagi áðrenn heildarútgávu

23 minuttir síðan
Fótbóltur

Tað styttist millum Viljorm og Jóan Símun

1 tími síðan
Hondbóltur

European Cup: Zug hevur eina lítla favorittstøðu móti Neistanum

1 tími síðan
Tíðindi

Anna Katrin og NJYD við nýggjum verki í 10 satsum

2 tímar síðan
Tíðindi

Atli: Fara fyrst og fremst eftir avrikinum (VIDEO)

3 tímar síðan
Tíðindi

Hagen Vinter við vetrarútgávu

4 tímar síðan
Tíðindi

Pochettino tekur við í Manchester United

5 tímar síðan
Tíðindi

Jacob Vestergaard vil viðgera rundkoyring á Strondum

5 tímar síðan
Tíðindi

Iran lopið á amerikanskan radara í Bahrain

6 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Her er norski hópurin Føroyar møta 26. november

7 tímar síðan
Tíðindi

Norðurlond fara at gera felags verjuavtalu

7 tímar síðan
Tíðindi

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

9 tímar síðan