Landsliðsúttøka, U19 EM-gull og B68 í 10´aranum á FM1

Julian Johansen, Øssur Hansen og Aleksandur Jensen vera gestir, og sent verður frá landsliðsúttøkuni í FSF-húsinum

Sendingin 10´arin verður beinleiðis á FM1 mánamorgunin klokkan 10.

 

Fyrst á skránni er beinleiðis útvarping av landsliðsúttøkuni í FSF-húsinum, har Tróndur Arge verður staddur.

 

Næst á skránni er samrøðu við annan av føroysku U19 landsliðsvenjarunum, Julian J. Johansen, ið saman við Mark Marcher venur U19-manslandsliðið sum júst hevur vunnið B-EM, og hevur vunnið seg og U18-manslandsliðið í EM-endaspølini komandi summar.

 

Øssur Hansen, høvuðsvenjari hjá B68, og Aleksandur Jensen, liðskipari hjá B68 koma á gátt at vitja Óla Djurhuus og Petur Zachariassen.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo :