Ítróttur
tíðindaskriv
Dagarnar 12. ? 15. juli 2001 verður Landsmót hildið á Egilsøðum í Íslandi. Landsmóti ber heitið, 23. Landsmót Ungmannafelags Íslands UMFI, og fara ungdómar her at kappast í ymsum ítróttagreinum. roknað verður við, at út við 1.700 fólk fara at luttaka á landsmótinum.
Tað, sum kappast verður í, og sum gevur stig til ymsu feløgini eru greinarar: Frælsur ítróttur, kurvabóltur, hondbóltur, flogbóltur, svimjing, íslendsk glíming, talv, borðtennis, badminton, bridge, skjóting, golf, ítróttur fyri brekað og hestaítróttur. Harumframt verða eisini kappingar í sonevndum starvsítróttum so sum traktorkoyring, pannukøkubaking, greining av utrum, plantan av trøum, egning, hestadómar, rættskriving og borðreiðing.
Aðrar greinar, sum verða flokkaðar sum einstaklingagreinar eru súkkling, koyra við bili á ósløttum lendi, roysnistøk, langrenn og marathon. At enda skal sigast, at fýra greinar verða framsýningargreinar, og eru hesar sigling á Lagarfljóti, ítróttur fyri eldri og unglingarenn fyri 12 ár og yngri.
Tá ið gestir og tey, sum taka lut í kapingunum, hava frí frá ítróttinum, kunnu tey stuttleika sær á staðnum við dansi, sigling, ella kunnu tey eisini fara á jazzhátíð, sum verður Valaskjálf felagsheiminum á Egilstøðum. Sjálvsagt eru eisini møguleikar at vitja ymsar framsýningar innan menning og list.
Tilmeldan er opin fyri øllum, og hevur tú hug at far við Norrønu ella flogfarið til Íslsands í døgunum 12. ? 15. juli, kunnu nærri upplýsingar síggjast á alnetinum. www.landsmot2001.is