TAÐ er einki dulsmál, at Landssjúkrahúsið hevur ligið sum lús millum tvær negl, tá hugsað verður um neyðugar útbyggingar av okkara sjúkrahúsverki. Útbygging av og ábøtur á hini bæði sjúkrahúsini í landinum hava antin forðað fyri ella seinkað útbygging og nútímansgerð av okkara meginsjúkrahúsi. Her skal ikki takast støða til, antin tørvur er á einum, tveimum ella trimum sjúkrahúsum í Føroyum. Tað fjúsið skal ikki tendrast her. Nú vit hava brúkt so nógv uppá at útbyggja hini bæði smærri sjúkrahúsini, so mugu vit eisini royna at fáa sum mest burtur úr - sæð út frá einum heildarsjónarmiði. Tað verður neyðugt í framtíðini at samskipa arbeiðið á øllum trimum sjúkrahúsunum meira.
TAÐ er í tøkum tíma, at politikararnir - allir sum ein - verða konfronteraðir við eina veruliga útbygging av Landssjúkrahúsinum - har alt sum eitur fyribils- og lappaloysnir verður koyrt í pappírskurvuna. Nú skal tað vera - nú ella ongantíð. Tí tað líkist ongum - tann viðferð, tann líkasæla og tann manglandi áhugi, sum alt ov nógvir av okkara politikarum hava víst meginsjúkrahúsinum.
Nú verður so eisini tosað um fast samband til Vágarnar, og eisini leggja myndugleikarnir í Klaksvík alsamt størri áherðslu á, at fast samband verður um Lorvíksfjørð. Ein kann tí ímynda sær, at eftir at Vestmannatunnilin er liðugur, so verður útgerðin flutt til Lorvíkar. Ein og hvør dugur at síggja, hvat hetta fer at hava við sær. Tað fer at gera tað bæði skjótari og lættari at koma á Landssjúkrahúsið úr støðugt størri parti av landinum. Tað fer tá at broyta tørvin á einum sjúkrahúsi í Norðoyggjum í núverandi líki. Ein má ganga út frá, at landssins myndugleikar síggja fyri sær eina landsplanlegging langt inn í næstu øld, tá farið verður undir at útbyggja Landssjúkrahúsið og at gera tunlar millum oyggjar. Hetta fer at broyta krøvini til tørv fullkomiliga. Tað skal vera okkara vón, at eitt samt løgting tekur undir við eini fullari og ikki hálvari útbygging av Landssjúkrahúsinum, sum skal kunna hava við sær ein bíligari rakstur við m.a. ambulantari viðgerð og eisini eitt betri arbeiðsumhvørvi fyri øll har starvast. Tað má vera eitt høvuðskrav til landsins myndugleikar, at hetta endaliga uppskotið ikki aftur verður koyrt av borðinum fyri at kunna gera onkra bílgari lappaloysn. Nú mugu politikararnir vísa ábyrgd og dirvi. Um orsøkirnar til at úbyggja lesið grein inni í blaðnum.