Landssjúkrahúsið:
Fyrr í hesi vikuni máttu tey avlýsa nakrar viðgerðir á Landssjúkrahúsinum.
Ikki tí, at ongin lækni var. Heldur ikki tí at ongin útgerð var. Men tí at tað lak so illa undan loftinum í viðgerðarrúminum, at tað var ikki inniverandi ......
Hetta er ein rættiliga sigandi mynd av, hvussu støðan á Landssjúkrahúsinum er.
Og Hetta er heldur ikki at gera ov nógv av. Tí veruleikin er, at bygningarnir hjá Landssjúkrahúsinum eru í so ringum standi, at støðan er heilt álvarslig.
Og tað er so kostnaðarmikið at fáa teir í góðan stand aftur, at tað tykist sum ein ógvuliga møtimikil uppgáva, soleiðis sum tað nú sær út.
Fyri tveimum árum síðani kannaði ein nevnd allar bygningarnar hjá Landssjúkrahúisnum út í æsir.
Úrslitið av kanningunum var, at støðan var so ring, at nakað munagott mátti verða gjørt skjótt, skuldu teir ikki heilt fara fyri skeyti.
Nevndin sigur, at bygningarnir eru í flestu førum bygdir eftir útlendskari fyrimynd, men hesin byggiháttur er ikki egnaður til føroyska veðurlagið. Harafturat kemur, at tann fyribyrgjandi røktin hevur verið ov lítil øll árini.
Avleiðingin er, at bygningarnir eru í so ringum standi, at tað krevur stórar upphæddir at seta teir ístand.
Krevja 209 milliónir
Í hesum sambandi gjørdin nevndin eina uppgerð yvir tær umvælingar, sum vóru átrokandi og sum mnáttu gerast beinanvegin og so gjørdi hon eina uppgerð yvir umvælingar, sum áttu at verðið gjørdar tey næstu árini, fram til 2010.
Poul Geert Hansen Hansen sigur, at hóast hendan frágreiðingin nú er tvey ára gomul, er enn onki sett av til viðlíkahald og alt hetta arbeiði er skotið út tað óvissa.
?Støðan er rættiliga álvarslig. Múrarnir standa fullir av vatni og tá ið tað so frystir, spreingist betongið. Sostatt fara bygningarnir skjótt og tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn tað verður heilt álvarsligt.
Hann sigur roynt verður at pjøssað uppá lekar innanífrá, men tað eru bara lappaloysnir og hjálpa bara eina stutta tíð.
Ein avleiðing av hesum var, at ein dagin í hesi vikuni, tað regnaði, máttu tey avlýsa nakrar viðgerðir, tí tað lak so illa undan loftinum í viðgerðarrúminum, at har var ikki inniverandi.
Niðurstøðan hjá bygginevndini er, at neyðugt er at seta 115 milliónir av til ábøtur, sum eru bráðneyðugar.
Harumframt verður neyðugt at seta 94 milliónir av til eina høvuðsumvæling. sum kann verða gjørd yvir nøkur ár.
Sostatt verður er neyðugt at seta 209 milliónir av, bara til umvælingar, umframt tann vanliga raksturin.
Afturat teimum verður neyðugt at brúka 68 milliónir til leypandi viðlíkahald tey næstu 10 árini.
Men hóast tað eru tvey ár síðani, at hendan frágreiðingin varð gjørd, er enn onki oyra sett av til endamálið og ímeðan versnar støðan alsamt.
Men Poul Geert Hansen sigur, at verður ein veruligur vilji vístur nú, ber tað til fáa bygningarnar á føtur aftur eftir nøkrum árum.
Men so verður tað eisini neyðugt at byrja av álvara nú við eini skipaðari umvæling, har stórar upphæddir verða settar av um árið.
Tað tykist í øllum førum greitt, at heldur ikki næsta ár verður nakað gjørt, tí 40 milliónir eru settar av til Landssjúkrahúsið og tær fara allar til nýbygningin. Samlaði fíggingartørvurin hjá Landssjúkrahúsinum til nýbyggingin og umvælingar eru annars yvir 100 milliónir næsta ár, men, men sum uppskotið til fíggjarlóg sær út í løtuni, verður ikki helvtin játtað.