Landssjúkrahúsið og Barnagarður

Gleðiligt at hoyra, at landsstýrismaðurin í Almanna- & heilsumálum nú tekur barnagarðin á Landssjúkrahúsinum í álvara.

Hetta hendir dagin eftir, at pallborðsfundurin hevði verið í Norðurlandahúsinum, har Miðflokkurin tók hetta mál fram og vísti tað seg, at blíva eitt av høvuðsevnunum á fundinum í seinna hálvleiki. Hetta var júst tað, vit vildu hava, at fólk sóu álvaran í, at barnagarðurin á Landssjúkrahúsinum fer at loysa stóran part av barnaansingartrupulleikunum í høvuðsstaðarøkinum, hann fer eisini at gera tað attraktivari hjá læknum og sjúkrasystrum at koma hendavegin og søkja starv á Landssjúkrahúsinum.
Verður barnagarðurin á Landssjúkrahúsinum veruleiki (sum Miðflokkurin vil arbeiða fyri) fer hetta at lætta trýsti á hinar ansingarstovnarnar, av tí at tey, ið arbeiða á Landssjúkrahúsinum vilja væntandi flyta børn síni á henda barnagarðin, onnur sum so standa á bíðilista sleppa sostatt inn á hinar stovnarnar. Leypa pláss av á barnagarðinum á Landssjúkrahúsinum, hevur verið frammi at børn, ið standa á bíðilista, kunnu fáa møguleika at koma inn á hesi plássini. Hetta saman við ætlandi 20.000.000,00 íløguni fram til 2023 hjá býráðnum skuldu barnaansingartrupulleikin í Havn verið loystur.
Miðflokkurin vil vísa á, at Eirargarðurin skal fáa frið hesum viðvíkjandi og brúkast til tað, Eirargarðurin verður brúktur til í dag. Barnagarðurin skal hava nýggj høli og ikki nakra fyribils loysn.
Til viðmerkingarnar hjá ávísum politikara í bløðunum herfyri, er bert at siga: »halt teg til at arbeiða landspolitiskt so leingi tú ert løgtingsmaður, tí sannlíkt er, at ein trupulleiki er viðvíkjandi Landssjúkrahúsinum, og tað er at ongir barnaansingarmøguleikar eru til børnini hjá teimum, ið arbeiða har og trupulleikin er eisini stórur at fáa fólk at koma henda vegin at arbeiða av somu orsøk. Eitt sum eisini kann nevnast er, at nýggj útbúgving fyri kommunulæknar skuldi setast í verk, har møguleiki skuldi verða hjá tveimum at taka hesa útbúgving í Føroyum, men bert ein skal byrja, tí fleiri spurdu seg fyri, men millum annað var tað væntandi barnaansing, ið gjørdi, at fólk settust aftur at koma henda vegin«.
Jú, hetta má sigast at vera ein landstrupulleiki, men er eisini ein trupulleiki fyri Havnar kommunu, av tí at Landssjúkrahúsið er í Havn. Hava borgarar ikki eisini ein rætt, sum búgva í Havn, eins og aðrar borgarar hava ein rætt kring alt landið. Latið okkum standa saman og loysa henda samfelagstrupulleika í felag, so barnafamiljurnar ikki líða av tvørrandi vilja frá politikarunum.
Latið okkum ikki verða so ábyrgdarleys at verristilla heilsu- og sjúkrarøkt her á landi, tí man ikki vil raðfesta/prioritera børnini og familjur teirra. Vælsignaðir veiti hesa íløgu til barnagarðin á Landssjúkrahúsinum sum skjótast.
Miðflokkurin vil arbeiða fyri at tryggja familjuni saman við børnum teirra tær bestu umstøður og góðar uppalingarmøguleikar kring alt landið.