Hví valdu tit júst hetta arbeiðsplássið?
Tí hetta er nakað, ið hevur okkara áhuga.
Hvat dámar tykkum at verða her?
Tað er genialt, og øll eru eisini so fitt og blíð.
Hvat hava tit gjørt higartil?
Vit byrjaðu á goymsluni, arbeiddu í køkinum, á vaskarínum, og nú eru vit so við portørunum har vit koma við teimum runt allastaðni.
Kundu tit hugsað tykkum at arbeitt við hesum í framtíðini?
Ja, alt kann henda.
Gleða tit tykkum til at sleppa í skúla aftur?
Vit gleða okkum at sleppa suður aftur, men ikki í skúla.
Hvussu er at vera í Havn?
Tað var fínt teir fyrstu dagarnar, men okkum dámar betur í Vági, tí har er best.
Myndatekstur:
Una Egilsdóttir (v.m) og Theresa Joensen úr 9. a í Vágs skúla, eru í starvsvenjing á landsjúkrahúsinum