Landssjúkrahúsið fingið ein serlækna afturat í starv

Sostatt er læknamanningin á hesum serøkinum, tvífaldað

Tað legst aftrat við serlæknum í føstum størvum í Sjúkrahúsverkinum – og nú er ein serlækni afturat settur í starv. Tann 1. desember tók Johanna Petersen nevniliga við sum yvirlækni í maga-tarm og livrasjúkum á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, boðar Landssjúkrahúsið frá í dag.

 

Johanna tók læknaprógv á Syddansk Universitet í Odense í 2008. Síðani hevur hon verið í útbúgvingarstarvi á sjúkrahúsinum í Svendborg Serlæknaútbúgvingin hevur verið á Sygehus Lillebælt, í Vejle, og á Odense Universitetshospitali.

 

Í 2017 vardi Johanna sína PhD verkætlan um at fyribyrgja bløðandi magasár. Nú Johanna Petersen hevur tikið við føstum starvi, eru tveir serlæknar í maga- tarm og livrasjúkum á Landssjúkrahúsum.

 

Tað fer at gera góðan mun, tí í mong ár hevur einans verið ein serlækni í føstum starvi á hesum serøki í Føroyum.