Landsskaðiligt virksemi

-

Heystið 1992 yvirtóku Føroyar til føroyskt sermál ráevni í undirgrundini. Hetta hendi eftir tógvið stríð í nógv ár.

Yvirtøkan merkir, at allur rættur til at gera av um leitast skal eftir olju, nær leitast skal og hvør skal sleppa at leita, liggur hjá føroyskum myndugkeikum. Afturat hesum kemur, at allur møguligur vinningur er føroysk ogn.

Landsstýrið, oljufyrisiting, oljuráðleggingarnevnd og ikki minst Føroya løgting hava síðani yvirtøkuna arbeitt út frá hesum fortreytum.

Men, ein fólkaflokkstingmaður er ikki nøgdur. Hóast eina greiða avtalu millum landsstýrið og donsku stjórnina um, at vit hava allan rættin til ráevni í undirgrundini, so spyr hann donsku stjórnina, hvør hevur henda rættin. Við øð rum orðum, hann sáar iva um tað nú er rætt, at tað eru vit sum hava avgerðarrættin.

Úrslitið bleiv, at nú kemur ein av hesum ivaleyst vælmeinandi útlendingunum og nærmast ræður oljufeløgum frá at gera nakra avtalu við føroyskar myndugleikar um leitingarloyvi, tí ræðisrætturin hjá Føroyingum er so ivasamur.

Tað er framvegis eingin ivingur um, at við yvirtøkuni er ræðið á ráevnum í undirgrundini flutt heim til Føroya.

Men uttan fyri Føroyar hevur tað eydnast fólkaflokstingmanninum at sáa iva um hetta, ein ivi, sum kann koma at kosta dýrt.