Landsstýrið er útbrent

Formaðurin í Miðflokkinum heldur, at eitt nýtt og betri arbeiðsført landsstýrið skal sleppa at stýra

 

? Eftir at hava lisið løgmansrøðuna nágreiniliga kann eg bert staðfesta, at landstýrið er steðga upp. Nú er einki meira natúrligt enn, at eitt nýtt og betri arbeiðsført landsstýrið sleppur at taka við.

Tað segði Jenis av Rana, tá viðgerðin av løgmansrøðuni var í tinginum fríggjadagin.

Hann heldur, at nógv talar fyri, at eitt løgtingsval hevði verið best beinanvegin, tí landsstýrið hevur sett seg í bíðistøðu eftir olju, úrsliti av samráðingum við danir og eftir aðalorðaskiftum í tinginum.

Jenis av Rana heldur, at einki fer at koma burtur úr seinastu átta til nýggju mánaðarnar, sum eru eftir av hesum valskeiðnum, og tí er líka so frætt, at val verður útskrivað sum skjótast, so nýtt landsstýrið kann taka við.