Landsstýrið og fakfeløgini tosa hvør sítt mál

Hetta heldur formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, sum heldur, at landsstýrið við samráðingarborðið hevur fíggjarligu útlitini fyri føroyska fullveldinum í huga.

Starvsmannafelagið hevur verið í verkfalli, síðani tað slitnaði millum partarnar fyri góðari viku síðani. Ikki eydnaðist semingsmonunum at fáa Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið at semjast, hóast samráðingarnar fóru fram í einar 52 tímar, ella so.

Onnur fakfeløg hava givið Starvsmannafelagnum fullan stuðul. Nøkur av hesum feløgum, ið nú ikki sleppa í gongd við sínar lønarsamráðingar, hótta við at seta tiltøk í verk og eingin loysn tykist vera í ljósmála.

Ymiskt er, hvat politikarar halda um støðuna. Samgongan tykist standa aftanfyri tilboðið, ið fíggjarmálaráðharrin hevur givið Starvsmannafelagnum, men hvat sigur andstøðan?


Harmast støðuna

Jóannes Eidesgaarsm formaður Javnaðarfloksins, sigur, at flokkurin harmast støðuna á arbeiðsmarknaðinum.

- Líkt er til, at motivið hjá landsstýrinum í hesum fakliga stríðnum er eitt heilt annað, enn tað hjá Starvsmannafelagnum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Jóannes Eidesgaard, hevur hug at halda, at landsstýrið tvíheldur um lønarlagið, fyri ikki at darva fíggjarligu útlitunum fyri føroyska fullveldinum.

Jóannes Eidesgaard heldur, at partarnir tosa hvør sítt mál í hesum stríðnum.


Eiga at fáa aftur

Jóannes Eidesgaard sigur, at Javnaðarflokkurin metir, at fakfeløgini, sum vístu samflagssinni undir búskaparkreppuni, nú eiga at fáa nakað aftur.

- Umstøðurnar og vøksturin í samfelagnum tala fyri tí, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins í stuttari viðmerking til støðuna á arbeiðsmarknaðinum.