Landsstýrið spælir høgt spæl

Formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, heldur, at landsstýrismaðurin spælir ómetaliga høgt spæl við ikki at góðkenna sáttmálan millum Maskinmeistarafelagið og SEV

- Eg kenni ikki semingsuppskotið í síni heild, men eitt semingsuppskot við royndum semingsfólki, sum báðir partar taka undir við, skuldi borga fyri góðsku, sigur Jenis av Rana.
Hann heldur, at landsstýrismaðurin spælir høgt spæl við ikki at góðkenna seinasta semingsuppskotið.
- Tað kann blíva eitt dýrt stríð fyri landið, um vit leggja okkum út í eitt stríð við fakfeløgini, sigur Jenis av Rana.

Óheppin støða
Annars heldur Jenis av Rana, at støðan á hesum økinum er sera óheppin.
- Tað er avgerandi, at landsstýrið er við frá byrjan av í samráðingunum, tí tað er landsstýrið, ið hevur síðsta orðið, sigur Jenis av Rana.
Hann heldur, at landsstýrið skuldi verið við frá byrjan í samráðingunum, tí at verandi støða gongur út yvir tann fría samráðingarrættin hjá fakfeløgunum.
- Samráðingarrætturin er sera týdningarmikil fyri eitt vælvirkandi samfelag, og í hesum førinum er tað landsstýrið, ið leggur landið lamið við ikki at góðkenna sáttmálarnar, sigur Jenis.
Fyri tveimum árum síðani var støðan júst tann sama, og Jenis av Rana skilir ikki, hví politiski myndugleikin ikki hevur broytt mannagongdirnar.
- Hetta er ikki ein atfinning ímóti samgonguni sum so, men hesar mannagongdirnar skuldu verið broyttar, áðrenn tað kom so langt, sigur Jenis av Rana.