Tað sigur løgmaður í dag. Orsøkin er, at Rósa Samuelsen í farnu viku boðaði frá, at Løgtingið mátti víkja frá øllum tíðarfreistum, soleiðis at peningur kundi játtast til Nærverki, eftir at avleiðingarnar av hennara sparingum komu til sjóndar í fjølmiðlunum. Tað kann helst tykjast summum undrunarvert, at landsstýriskvinnan í almannamálum í farnu viku segði í viðmerkingum til fíggjarnevndina, at 1.3 mió. krónur mátti játtast Nærverkinum i stundini, um náttarvaktin ikki skuldi fella burtur vegna sparingar. Landsstýriskvinnan hevði áður játtað fíggjarnevndini at taka 1.3 mió. krónur frá Nærverkinum, men landsstýriskvinnan visti ikki hvørjar avleiðingar tað fór at fáa, at áleggja
Nærverkinum hesa sparing.
?Eg visti ikki at inntrivini fóru at vera so ógvuslig, tá eg játtaði Fíggjarnevndini at taka av umbønina til heimarøktina?,
segði Rósa Samuelsen millum annað í viðmerkingunum til fíggjarnevndina.
Spurningurin er so, hvat Kaj Leo Johannesen, løgmaður heldur um, at landsstýrisfólk ikki kenna avleiðingarnar av teirra sparingum.
-Hetta málið hevur verið óheppið, serliga í samskiftinum til miðlarnar, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
Hann leggur aftrat, at landsstýrisfólkini sum oftast vita hvørjar avleiðingar teirra sparingar hava.
-Landsstýrisfólkini kunnu ikki kenna allar smálutir, sigur løgmaður.
Tað fær ongar avleiðingar fyri Rósu Samuelsen, at hon í farnu viku ikki vistu hvørjar avleiðingar sparingin til Nærverki førdi við sær.
-Tá eg havi tosað við Rósu Samuelsen virkar tað, sum hon veit hvørjar avleiðingar hennara avgerðir fáa, sigur løgmaður.
Eg fari ikki at kappa høvdið av nøkrum landsstýrisfólki, staðfestir løgmaður.
Spurdur um, hvat so fær avleiðingar í samgonguni, hevur løgmaður einki svar.