Landsstýrismaður til Washington

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, er farin til Washington, har hann verður við, tá stóra norðurlendska mentanartiltakið - Nordic Cool 2013 - letur upp í The John F. Kennedy Center for the Performing Arts (mynd) í morgin.

Fleiri enn 700 norðurlendsk listafólk eru við í tiltakinum, eitt nú Tróndur Patursson, Eivør Pálsdóttir, Hanus Kamban, Yggdrasil og Guðrun og Guðrun.

- Á ferðini fer landsstýrismaðurin eisini á fund við hinar norðurlendsku ráðharrarnar í mentamálum.

Tað sigur mentamálaráðið, sum leggur aftrat, at Bjørn Kalsø verður aftur í Føroyum 22. februar.

Nordic Cool 2013 er opin frá 19. februar til 17. mars.