Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, verður ikki millum valevnini hjá Sambandsflokkinum til býráðsvalið í Havn 10. november.
Á seinasta býráðsvali í 2016 ætlaði Sambandsflokkurin at gera eitt ordans hál við at fáa fráfarna løgmann at stilla upp til býráðið. Sambandsflokkurin hevur verið sterkur í Tórshavnar býráð. Flokkurin vaks upp á fýra býráðslimir eftir at Sambandsflokkurin seinast hevði borgarstjóran. Tað var tá Lisbeth L. Petersen var borgarstjóri frá 1993 til 1997. Á valinum í 1996 fekk Sambandsflokkurin26,4 prosent og fýra fólk í býráðið.
Hóast flokkurin varð sendur í andstøðu eftir valið, so varðveitti flokkurin fýra umboð á valinum í 2000 og fekk 25 prosent av atkvøðunum.
Í 2004 fekk Sambandsflokkurin 18 prosent – misti 7 prosent av atkvøðunum og ein býráðslim.
Tað var hesa ferðina, at Heðin Mortensen varð koyrdur úr Sambandsflokkinum, tí hann ikki vildi standa við avtaluna sum flokkurin hevði gjørt um, at Jan Christiansen úr Fólkaflokkinum skuldi halda fram sum borgarstjóri.
Tað endaði við, at Heðin Mortensen fór upp í Javnaðarflokkin og gjørdist borgarstjóri í samgongu millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Javnaðarflokkurin fekk tveir býráðslimir og Tjóðveldi fýra. Tá Heðin Mortensen kom upp í Javnaðarflokkin, so hevði hendan nýggja samgongan millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi meiriluta í býráðnum, hóast teir borgarligu vunnu valið.
Síðani tá hevur Sambandsflokkurin í Havn bara havt ein og sama býráðslimin, Annfinn Brekkstein av Velbastað. Hann varð valdur fyrstu ferð í 2008. Afturvaldur í 2012 og í 2016.
##med2##
Stórur spenningur var á seinasta vali í 2016, um tað fór at hjálpa Sambandsflokkinum, at Kaj Leo Holm Johannesen stillaði upp. Men tað gjørdi tað ikki. Sambandsflokkurin gekk aftur – úr 10,2 prosentum niður í 9,9 prosent. Tað eru 16,3 prosent færri, enn flokkurin fekk á valinum í 1996, tá flokkurin seinast hevði borgarstjóra.
Men tað var um reppið, at Kaj Leo Holm Johannesen koppaði Annfinni Brekkstein, tí tá liðugt var at telja eftir valið seinast, hevði Annfinn Brekkstein fingið 366 atkvøður, og Kaj Leo Holm Johannesen 363 atkvøður.
Men hesaferð fær Annfinn Brekkstein so onga kapping frá Kaj Leo Holm Johannesen, tí hann sigur við in.fo, at hann fer ikki at stilla upp til býráðsvalið. Tað verður so heldur eingin annar í landsstýrinum, sum stillar upp til býráðsvalið í Havn, tí har eingin annar havnarborgari er millum landsstýrisfólkini hjá Sambandflokkinum.
Soleiðis var atkvøðubýtið millum tey 12, sum stillaðu upp fyri Sambandsflokkin á seinasta býráðsvali í Havn:
Sambandsflokkurin | ||
| Listin | 49 |
1 | Annfinn Brekkstein | 366 |
2 | Kaj Leo H. Johannesen | 363 |
3 | Beate L. Samuelsen | 94 |
4 | Katrin Joensen | 72 |
5 | Maria Rubeksen | 58 |
6 | Eigil Olsen | 45 |
7 | Høgni Jacobsen | 45 |
8 | Ingi Mittún | 40 |
9 | Heini Fosaa | 25 |
10 | Júst Rubeksen | 23 |
11 | Jens Knudsen | 15 |
12 | Reidar Jacobsen | 14 |