Landsstýrismenn fáa blankokekkar

Ein kunngerð kann vera sum ein blankokekkur. Tí er málið um navnalógina eitt stórt prinsippmál, sum røkkur langt inn í føroyska lóggávu, heldur aðalstjórin í løgmálaráðnum

Málið um navnalóggávuna, sum umboðsmaðurin júst hevur tikið avgerð um, røkkur nógv longri enn til lítlu Victoriu.
Tað er nevniliga vorðin nærum siðvenja, at lóggávuvaldið í Føroyum, Løgingið, letur tað upp í hendurnar á landsstýrismanninum at gera reglur og kunngerðir, sum útgreina lógir.
? Avgerðin hjá umboðsmanninum avdúkar eitt stórt og ógvuliga prinsipielt mál. Eitt er avgerðin hjá umboðsmanninum í ítøkiliga málinum. Um hon er røtt ella skeiv, kann helst diskuterast, men avleiðingarnar kunnu gerast ógvusligar fyri føroyska umsiting, sum ger nógvar kunngerðir, sigur Rúni Joensen, aðalstjóri í løgmálaráðnum.
Løgmálaráðið hevur ikki tikið støðu til ítøkiliga málið við navnalógini. Men yvirhøvur vísir tað vandan við, at landsstýrismenn fáa heimild at útgreina lógir.
? Generelt er hátturin, sum løgtingið ofta lóggevur uppá, ein stórur trupulleiki. Við tað, at tað so ofta verður latið til landsstýrismannin at gera reglur og kunngerðir, fær hann ofta ein blankokekk. Tað kann vera ein trupulleiki, tí ein lóg er ikki altíð líka eyðsæð, sigur Rúni Joensen.
Hann vísir á, at øll umsitingin kann vera rakt av avgerðini hjá umboðsmanninum, tí bæði í fiskivinnumálum og vinnumálum verður nógv stýrt eftir kunngerðum, sum Løgtingið hevur givið landsstýrismonnum heimild til at gera.