Landsstýrismenn tosa ikki saman

Tað er aftur rívandi galið við samstarvinum í landsstýrinum. Enn eitt opið stríð leikar í fjølmiðlunum, og orðini eru ikki mjúk, sum samstarvsfelagarnir brúka um hvønn annan. Politiski veruleikin er um at innheinta samgonguna, heldur Bjarni Djurholm, sum hevur skrivað eitt hvassorðað álop á Høgna Hoydal, varaløgmann.

Vinstra, høgra. Tað er rætta lagið.
Tað er barnalærdómur í Føroyum, men hendan lóg geldur ikki føroyskan politikk.
Ólíku flokkarnir í Føroya landsstýri, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin, sum liggja vinstru- og høgrumegin í politiska landslagnum, hava í øllum førum ómetaliga ilt við at finna eitt taktfast gongulag.
Nú er aftur galið. Rívandi galið. Og hóast vit hveppast við at skriva tað, so er enn einaferð talan um opið stríð í samgonguni. Hesaferð stendst rok av arbeiðsmarknaðarmálum.
Gevst at spæla solo, segði Høgni Hoydal í sínum eginleika sum varaløgmaður um vikuskifti við Bjarna Djurholm, landsstýrismann, sum umsitur arbeiðsmarknaðin. Nú svarar Bjarni Djurholm aftur í einum lesarabrævi, sum hann sjálvur hevur skrivað, og ger harvið greitt, at tað ikki eru fjølmiðlarnir, ið píska ein óndan stemning millum samgonguflokkarnar.

Gjørt í brøkurnar
Tað eru ikki hissini orð, sum Bjarni Djurholm nú borðreiðir við afturímóti.
Høgni Hoydal er dumpaður sum varaløgmaður, skrivar hann millum annað. Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt í brøkurnar, sigur hann, og tí var neyðugt hjá Høgna Hoydal floksformanni at spinna rok og framleiða ein nýggjan sannleika.
Bjarni Djurholm kallar Høgna Hoydal pátiknan og sigur hann hava skapt eina mynd av sær sjálvum sum tann unga og góða; hini eru gomul og fordervað. Men hann hevur eingi avrik at vísa á, sigur Bjarni Djurholm speiskliga. At enda biður hann Høgna Hoydal koma til arbeiðis og í minsta lagi lata onnur fáa arbeiðsfrið, um hann ikki tímir.
Tað er lætt at ímynda sær, hvussu orðalagið man vera á einum landsstýrisfundi. Um nakað verður sagt yvirhøvur. Kanska er samgongan bara uppslitin. Ella kanska er alt ein sjónleikur fyri at markera sjónarmið og stjala yvirskriftir, sum formaður Javnaðarfloksins hevur ført fram.

Eitt battarí av ákærum
Bjarni Djurholm viðgongur, at tað er eitt sindur pínligt, at samgongumenn kjakast í fjølmiðlunum, men hesaferð varð honum ovboðið.
? Eg føli meg so hunddálkaðan, at eg kundi ikki lata vera við at seta meg við telduna í gjár og skriva eina grein. Tað, sum Høgni Hoydal førdi fram um meg í Degi og viku fríggjakvøldið helt eg vera so persónligt, at tað kundi ikki fara aftur við borðinum. Eitt er, at vit eru ósamdir, men eitt battarí av ákærum, sum eru so ósakligar, tað kann eg ikki liva við. Eg trúði ikki annað, enn at tað, sum vit arbeiða við, var í samljóði við tað, sum er samtykt í landsstýrinum , sigur Bjarni Djurholm.

Nú sansar at
Sostatt er líkt til, at landsstýrismenn ikki tosa saman, men brúka pressuna til at senda heilsanir til hvønn annan. Spurdur, hví teir ikki ringja til hvønn annan, tá ivi stingur seg upp, sigur Bjarni Djurholm:
? Tað haldi eg, at tú skalt spyrja Høgna Hoydal um. Eg havi als ikki umrøtt hetta málið alment á hasum støðinum. Eg kann bara halda meg til tað, sum landsstýrið hevur samtykt, sigur Bjarni Djurholm.
Vit ætlaðu at spyrja Høgna Hoydal sama spurning, men hann var ikki at hitta. Tað hevur meira enn so leikað á áður, og fólk eru um at troyttast av vánaliga gongulagnum hjá landssins stýri.
Bjarni Djurholm viðgongur, at tað sansar at í løtuni, men hann heldur ikki, at samgongan er uppslitin.
? Eg trúgvi, at politiski gerandisdagurin treingir álvarsliga saman nú og gerst truplari, so hvørt fíggjarligu vánirnar gerast verri. Tað hevur helst politiskar frustratiónir við sær, og nú vit skulu loysa gerandismál, kemur tann ideologiski munurin millum flokkarnar til sjóndar. Eg skal viðganga, at tá tað snýr seg um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, so havi eg ikki altíð verið á bylgjulongd við Høgna Hoydal, men í aðrar mátar hava vit ikki havt nakað útistandandi, sigur Bjarni Djurholm.
Spurningurin er so, um teir geva hvørjum øðrum ein kjans afturat.