Landsstýrið brýtur javnstøðulógina

Ein kanningarstjóri, sum løgtingsformaðurin setti at viðgera klagu um landsstýrið, hevur staðfest, at landsstýrið í átta førum hevur framt brot á javnstøðulógina. Marita Petersen vil nú hava at vita, hvat landsstýrið hevur gjørt fyri at rætta brotini

? Øll byrjan er trupul, eisini tann at velja nevndir, ráð v. m., har menn og kvinnur eru javnt umboðað. Tað er tí av áhuga hjhá okkum ta fáa at vita, hvussu landsstýrið ber seg at fyri at tryggja, at kynini bæði eru javnt umboðað í nevndum og ráðum.

Hetta sigur Marita Petersen, løgtingsmaður í einum fyrispurningi til Edmund Joensen løgmann.

Marita Petersen vil hava at vita, hvat landsstýrið hevur gjørt fyri at rætta tey brot á javnstøðulógina, sum kanningarstjórin í frágreiðing frá15. september 1997 staðfestir eru hend í átta førum í sambandi við val av limum í nevndir á hesyti 1995.

Tingmaður Javnaðarfloksins vil hava at vita, hvussu hesar nevndir eru mannaðar í dag:

Menningargrunnur Ídnaðarins, Sjónvarpsnevndin, Útvarpsnevndin, Nevndin, sum varðar av Suðuroya Sjúkrahúsi, Jarðaráðið, Býarskipanarnevndin, og hvørji umboð landsstýrið hevur valt í nevndina fyri Landsbanka Føroya.


Hvussu setir landsstýri nevndirnar

Marita Petersen vil eisini hava at vita, hvørjar nevndir, ráð v. m. landsstýrð og stovnar undir landsstýrinum hevur sett, síðani Javnstøðunevndin klagaði landsstýrið til landsstýrismálanevndina 7. februar 1996, og hvør situr í hesum nevndum, ráðum v. m.

At enda vil Marita Petersen hava at vita, hvørjar mannagongdir landsstýrið nýtir, tá nevndir í fyrisitingarligum høpi verða settar, so trygd er fyri, at § 8, stk. 1 í lógini um javnstøðu millum kvinnur og menn verður hildin.

Lógin um javnstøðu, sum kom í gildi í maimánaði 1994 sigur soleiðis í grein 8:


»Stk. 1. Allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum fyrisitingarvaldið útnevndir, skulu vera sett saman soleiðis, at umleið eins nógvi rlimir av báðum kynum eru umboðaðir. Sama er galdandi fyri tær nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum løgtingið og bý- og bygdarráðini útnevna, tá ið tey, ið útnevnast skulu, ikki nýtast at vera løgtings- ella bý/bygdaráðslimir.


Stk. 2. Tá ið serliga grundir eru fyri tí, kann javnstøðunevndin geva undantaksloyvi í hvørjum einstøkum føri ella fyri eina yrkisgrein sær.«


Landsstýri brotið lógina í átta førum

Marita Petersen sigur í viðmerkingunum, at landsstýrið á heysti 1995 valdi limir í meira enn 30 nevndir, ráð v. m., og í sambandi við hesi val var javnstøðunevndin av teirri áskoðan, at landsst´rið í feliri førum ikki hevði fylgt ásetingini í § 8, stk. 1. í lógini um javnstøðu millum kvinnur og mennm, um t umleið iens nógvir limir av báðum kynum skulu vera umboðaðir. Tá einki kom burtur úr at venda sær til landsstýrið, klagaði Javnstøðunevndin í februar 1996 landsstýurið til landsstýrismálanevndina fyri brot á javnstøðulógina.

Og tá so er, fær løgtingsformaðurin málið. Hann setti ein kanningarstjóra at kanna málið, og í september 1997 kom frágreiðingin, har hann staðfesti, at landsstýrið í átta førum hevði framt brot á lógina.

Fyri kanningarstjóranum hevur landsstýrið greitt frá trupulleikanum, tá allar nevndin skulu mannast. Landsstýrið hevur sagt, at tað er eitt »innviklað puslispæl«, har viðurskifti millum andstøðu og samgongu, umframt millum teir ymsu flokkarnar, skulu havast við. Landsstýrismenninir hava sagt, at høvuðsprinsippið hevur veri, at verandi nevndarlimir skuldu halda áfram, um teir annars uppfyltu treytirnar. Nakrar nevndir skuldu takast av, og tá gjørdi landsstýrið av at velja somu nevndir aftur tað síðsta skeiðið. Afturat hesum hevur landsstýrið eisini borið seg undan við, at skotbráið var so stutt at velja nevndirnar.


Landsstýrið

eigur at rætta brotini

Marita Petersen skili væl hesar grundgevingar, men hon skilir ikki rættuliga, at landsstýrið ikki bað um undantaksloyvi, sum tað hevur rætt til, og hon góðtekur heldur ikki, at brotini ikki verða rættað.

Marita Petersen vil eisin hava at vita, hvat seinni er hent í málinum.

? Tað hevur áhuga fyri bæði løgting og almenning at fáa at vita, um landsstýrið hevur rættað lógarbrotini, og hvussu nevndirnar nú eru mannaðar, sigur hon.

Síðani er fleir almennar nevndir setta.

? Vit hava frætt um fleiri nevndir settar av landsstýrinum, sum ikki fyholgja ásetingunum í javnstøðulógini. Tó hevur landsstýrið broytt manningina í nevndini, sum skal gera uppskot til nýggja skipan við ES. Hvat hent er við hinum báðum nenvdunum, og hvat við ørðum nevndum, tað vita vit ikki, sigur Marita Petersen, sum sigur, at fyrispurningurin er settur løgmanni, tí at javnstøða millum kynini er ein meginregla, sum fevnir um øll málsøki, og tað er løgmaður sum leiðari fyri stjórnini, sum hevur ábyrgdina av javnstøðupolitikki landsstýrisins, og sum skal tryggja, at landsstýrið ikki fremur lógarbrot.