Hesaferð er tað kringvarpsgjaldið, sum við lóg skal hækka – ikki bara einaferð, men á hvørjum ári.
Tað var fyri jól, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, kunngjørdi, at landsstýrið ætlar at hækka avgjaldið á beinsin, avgjaldið á diesel, avgjaldið á tungolju og avgjaldið á bilarnar – vegskattin.
Júst hesar avgjaldshækkingar hevur Fólkaflokkurin áður tikið fram sum dømi um avgjaldshækkingar, sum flokkurin ikki kundi funnið upp á at framt.
Men ofta etur hundur tað, hann havnar, og soleiðis tykist eisini vera hesaferð.
Endamálið er at flyta pengar frá hesum avgjaldshækkingum soleiðis, at tað verður ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.
Jørgen Niclasen sigur tó, at hesar avgjaldshækkingarnar hjá honum »hava ikki so nógv upp á seg« hjá fólki, tí tær snúgva seg »bara um 13 oyru á liturin av brennievni« og um 300 krónur á hvønn bil í landinum.
Fríggjadagin sendi Jenis av Rana uppskot um millum annað hækking av kringvarpsgjaldinum. Tað skal hækka tvey prosent 1. januar komandi. Sambært uppskotinum hjá landsstýrismanninum skal tað hækka tvey prosent hvørt ár tann 1. januar.
Tað er greitt, at full semja ikki er í samgonguni um avgjaldshækkingarnar hjá Jørgen Niclasen. Málið var til 1. viðgerð í tinginum hósdagin og er nú beint í fíggjarnevndina, sum fær uppgávuna at broyta uppskotið soleiðis, at tað kann samtykkjast í Løgtinginum.
Tá in.fo fríggjadagin spurdi Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum, sum er næstformaður í mentanarnevndini, um hækkingina av kringvarpsgjaldinum, segði hann, at tað smakkar honum illa, at tað skal hækka tvey prosent á hvørjum ári.
Nú ársins fyrsti mánaður er um at verða liðin vita vit, at landsstýrið higartil er komið við fimm avgjaldshækkingum: Á bensin, diesel, tungolju, vegskatt og kringvarpsgjaldið.