Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til ein fyrispurning frá Sámal Peturi í Grund um matvørutrygd og føroyskan landbúnað.
Sambært landsstýrismanninum er ein sterkur landbúnaður ein av fortreytunum fyri at økja um føroyska sjálvbjargnið og mótstøðuførið í kreppustøðum. Tí arbeiða Búnaðarstovan og Vinnumálaráðið við eini langtíðarstrategi, sum bæði skal økja um framleiðsluna av grønmeti og styrkja føroysku kjøtframleiðsluna.
Ætlanin byggir á trý høvuðsátøk. Tað fyrsta er at endurskoða og hækka landbúnaðarstuðulin, sum sambært landsstýrismanninum er munandi lægri enn stuðulin í Norðurlondum og ES. Tað næsta er at gera tað lættari hjá festibóndum at fáa fígging til íløgur, og tað triðja er at endurskoða festiskipanina og tillaga hana, um tørvur er á tí.
##med2##
Jacob Vestergaard sigur, at endamálið er at gera vinnuna meira lønandi og kappingarføra, soleiðis at hon bæði mennist og dregur fleiri fólk til sín.
Hann viðurkennir tó, at Føroyar hava veikleikar, um innflutningurin av matvørum, fóðri og tøðum steðgar í longri tíð. Tað hevði serliga rakt framleiðsluna av grønmeti, frukt og húsdýrahaldi.
Kortini metir landsstýrismaðurin, at føroyingar ikki høvdu komið í matneyð.
##med3##
– Sjálvt um ávísar matvørur høvdu manglað, so hevði trot ikki verið á mati, tí í eini kreppustøðu er sjógvurin okkara kovi, skrivar Jacob Vestergaard.
Hann vísir eisini á, at landsstýrið ikki metir, at tørvur er á serligari vegleiðing til borgararnar um mattrygd í avbyrgingarstøðum. Har verður víst til tilmælið frá tilbúgvingarmyndugleikunum um, at húsarhald eiga at hava mat og drekka til trý samdøgur.
Svarið er latið í sambandi við ein § 52a-fyrispurning frá Sámal Peturi í Grund.
##med4##














