-Nei, eg var ikki til nakra samrøðu. Eg bleiv spurdur av Johan Dahl, um eg vildi vera nevndarformaður í Atlantsflog, og eg játtaði, sigur Niels Mortensen
Tað gekk skjótt fyri seg, tá nýggjur nevndarformaður skuldi veljast til føroyska flogfelagið. Í hvussu er sambært høvuðspersóninum sjálvum.
- Eg bleiv spurdur av Johan Dahl, um eg vildi vera formaður í nevndini fyri Atlantsflog, og eg segði ja.
Tað sigur Niels Mortensen, sum formliga tók við sum nevndarformaður á aðalfundinum 8. mars í fjør.
Sum greitt frá í aðrari grein her á síðuni, so var Bergur Poulsen til samrøðu við setanarbólkin, har hann varð spurdur um hann vildi vera nevndarformaður.
Les eisini: Bergur skuldi vera nevndarformaður
- Eg varð boðsendur til samrøðu við hesi trý í setanarbólkinum, og har varð spurt, um eg hevði áhuga í at gerast nevndarformaður. Og tað hevði eg, sigur Bergur Poulsen.
Øðrvísi var tó hjá Niels Mortensen.
- Nei, eg var ikki til nakra samrøðu. Eg bleiv spurdur av Johan Dahl, sigur Niels Mortensen.
Í dag minnist Niels Mortensen ikki neyvt, nær hann fekk fyrispurningin frá landsstýrismanninum í vinnumálum.
- Men tað var umleið ein til tveir mánaðir áðrenn aðalfundin, sigur Niels Mortensen.
Harvið bendir mangt á, at arbeiðið hjá setanarbólkinum hevur verið ein glæntrileikur. Tí samstundis sum í hvussu er ein persónur, Bergur Poulsen, hevur verið til samrøðu hjá setanarbólkinum, so stendur samstundis greitt, at Niels Mortensen fekk fyrispurningin beinleiðis frá landsstýrismanninum í vinnumálum.
Les meira um málið í Sosialinum í dag. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.