Undir vitjanini greiddi Javni frá sínum virksemi og støðuni hjá sínum málbólki, og landsstýrismaðurin fekk høvi til at greiða frá sínum framtíðarætlanum á økinum, skrivar Almanna- og mentamálaráðið.
Javni er áhugafelag fyri fólk við menningartarn og familjum teirra. Endamálið hjá Javna er at virka fyri javnrættindum til øll við menningartarni í føroyska samfelagnum.