Landsverk boðar frá hálku kring landið

Landsverk upplýsir, at roknast kann við hálku á sjey støðum kring landið

Tann tíðin í árinum er nú byrjað, har neyðugt er at vísa ans fyri hálku, tá koyrt verður á vegunum kring landið. Og í morgun boðar Landsverk frá, at roknast kann við hálku á sjey vegateinum kring landið.


Í Norðoyggjum verður boðað frá hálku á Dalavegnum til Viðareiðis og á Gerðabøi í Klaksvík, meðan bilførarar á Streymoynni verða bidnir um at vísa ans Tjørnuvíkarvegnum, á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð og við Velbastaðháls.


Harumframt verður upplýst, at roknast kann við hálku á Sandavágshálsi og í Vatnsoyrum í Vágum.