Landsverk skal bora eftir gassi

Johan Mortensen heldur, at tíðin er komin, at føroyingar sjálvir taka ábyrgdina av olju- og gassfundunum í føroyskum øki.

 

- Vit skulu seta á stovn eitt alment føroyskt nátúrgassfelag, heldur Johan Mortensen, fyrrverandi leiðari hjá Amerada Hess í Føroyum.

 

Fjórða útbjóðingarumfar at leita eftir olju í føroysku undirgrundini var herfyri, men einans eitt felag vísti áhuga, tó ikki nóg ítøkiliga til at koma við eini umsókn. Óvist er júst hví áhugin fyri føroyska økinum er so lítil í løtuni, men treytir so sum at alt skal um føroyskan bryggjukant, aðrar lógir og reguleringar og so lutfalsliga lági oljuprísurin, verða ofta nevnd sum ein orsøk.

 

Johan Mortensen heldur, at tíðin er komin, at føroyingar sjálvir taka ábyrgdina av olju- og gassfundunum í føroyskum øki.

- Ístaðin fyri at lokka heimin higar, lat okkum gera tað sjálvi. Tað er upplagt at samla stóru feløgini og pensjónsfeløgini í Føroyum og gera eitt alment føroyskt tjóðargassfelag, har landið er størsti eigarin. Landsverk kann virka sum borifelag. Teir kunnu líka lætt bora niður í dýpið sum tvørtur gjøgnum fjøll, sigur hann.

 

Hann vísir eisini á, at føroyingar longu hava førleikarnar.

- Um allan heimin sita føroyingar í leiðandi størvum í oljuheiminum. So vit hava førleikarnar til at loysa allar uppgávurnar sjálvir, sigur hann.

 

Johan Mortensen var leiðari hjá Amerada Hess, sum fann Marjunfeltið suður móti Hetlandsrennuni í ár 2000. Hann hevur eisini verið umboðsmaður hjá DONG og stjóri hjá Anadarko í Føroyum.

- Í Marjunfundinum er talan um eitt stað millum 200 og 300 milliónir tunnur. Talan er tí um eitt stórt fund, men kanska júst ov lítið til at vera vert at heinta upp sum sjálvstøðugt oljufelt, sigur Johan Mortensen. Tí er ikki meiri gjørt við Marjunfeltið fyribils.

 

Hann sigur tó, at tað, sum veruliga hevur fangað hansara áhuga er nátúrgass.

- Tá royndir vóru gjørdar um aldarskiftið, fingu vit sera greiðar ábendingar um at gass var at finna í Onnu Mariu-feltinum, har suðuri. Síðani hava vit eisini fingið greiðar ábendingar um eitt stórt gassfelt norðanfyri, Kúlubøkuna, greiðir hann frá.

 

Kúlubøkan, sum liggur norðan fyri Føroyar, verður mett at innihalda minst 12 TCF, tað vil siga milliardir rúmføtur ella 340 milliardir rúmmetrar av nátúrgass. Tað er á leið sama stødd sum norska Snøhvit-feltið í Norðhavinum. Snøhvit er fimt størsta nátúrgassfeltið í norskum øki. Johan Mortensen metir, at eitt slíkt felt er nokk til at forsýna Føroyum við orku næstu 100 árini. Tað er tó ikki staðfest, at gass er í Kúlubøkuni.

 

Les eina longri samrøðu við Johan Mortensen í Vikuskiftisssosialinum.