Landsverk skal ikki kappast við privatu vinnuna

Føroya Handverksmeistarafelag óttast, at Landsverk fer at skeikla arbeiðsmarknaðin, um stovnurin sjálvur fer at byrja eina húsavarðatænastu.

Tað er ikki fallið í góða jørð hjá privatu húsavarðafyritøkunum, at Landsverk er farið at tosa um at skipa eina húsavarðatænastu at taka sær av bygningum sínum.

 

Landsverk hevur funnist at, at játtanin til viðlíkahald av mongu almennu bygningunum, sum stovnurin varar av, er ov lítil og hevur í seinastuni spælt sær við tankan at skipa eina húsavarðatænastu undir stovninum.

 

Hetta átalar Føroya Handverksmeistarafelag. 

- Hetta er at taka kappingina upp við tær mongu privatu fyritøkurnar, sum longu eru á húsavarða- og viðlíkahaldsmarknaðinum, sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag.

 

Handsverksmeistarafelagið heldur, at Landsverk átti heldur at skipa slíkar uppgávur í útboð av sonevndum rammusáttmálum. 

- Hetta hevði eisini verið í tráð við innkeyps- og útboðspolitikkin hjá tí almenna, sigur Magnus Magnussen.

 

Felagið gleðist annars um ætlanirnar hjá Landverk at far undir átakið Orkutak, sum skal optimera orkunýtsluna í almennu bygningunum, eitt nú við nútímans bjálving og øðrum orkuloysnum.