Landsverk: Skilið er ringt í morgun

Veðrið verður bara verri sum dagurin líður og nógvir bilar standa fastir, sigur Landsverk.

- Tað er ringt skil í ferðsluni í dag.

So stutt tók Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki í Norðurøkinum, saman um støðuna fyri eini løtu síðani.

Hann sigur, at tað er av ringasta veðri, bæði kavarok og stormur um alt landið og hann mælir fólki frá at koyra ímillum bygdir uttan tað at er lívsneyðugt.

 

Les eisini: Bilførarar seta lív og heilsu í vanda í morgun

 

Tað hevur verið ávarað ímóti at koyra í allan morgun, men kortini eru tað nógvir bilførarar sum ikki hava latið við seg koma, men eru farnir í bilin kortini.

Avleiðingin er eisini, at nógvir bilar standa fastir, sigur Árni Jacobsen.

Hann nevnir, at á Sandavágshálsi er heilt ringt og har er ikki koyrandi.

Tvær ferðir í morgun hava gravimaskinur hjá Landsverki hjálpt sjúkrabilum, sum hava verið vesturi í Vágum í sambandi við sjúkraflutning.

Sjúkrabilarnir fingu ikki koyrt og gravimaskinur hjá Landsverki mátti hjálpa teimum leysum aftur og grava vegin frammanfyri teir.

Men við Norðskálatunnilin stendur eisini ein røð av bilum, sum hvørki sleppa aftur ella fram.

 

Les eisini: Heita á bilførarar um at vísa størsta varsemi

 

Árni Jacobsen sigur, at allir mans og allar maskinur hjá Landsverki eru farin til verka, men tað er so ringt veður, sum summir bilførarar skulu fyrireika seg upp á at bíða leingi, áðrenn hjálpin kemur fram.

 

- Tað er so óarbeiðsligt, tí tað rýkur so illa og tí er ringt at grava. Men vit fáa so ikki gjørt annað enn at royna sum best og at sleipa bilarnar leysar og annars grava frammanfyri teimum, sigur hann.

Hann sigur, at hann sigur frá verri veðrið og enn meiri avfallið seinni í dag.

- Tí mæla vit enn einaferð staðiliga frá at koyra ímillum bygdir, sigur økisleiðarin hjá Landsverki.

 

Í løtuni er støðan tann, at tað er heldur ikki koyrandi á Oyndarfjarðarvegum, til Gjáar á Oyggjarvegnum og á Saksunarvegnum í løtuni.

Somuleiðis verður boðað frá nógvum vindi kring alt landið.

Á Viðareiðisvegnum er hann yvir 30 metrar um sekundið í hvirlunum, á Gjáarskarði og á Porkerishálsi er hann yvir 40 metrar um sekundið í hvirlunum og annars er hann yvir 30 metrar um sekundi felsta staðni.