Langur leygardagur á Sandoynni

Leygardagin verður langur leygardagur í Sandoynni, har tey eisini vilja fáa part av fyrimuninum, nú alt ferðasamband við Strandferðsluni er ókeypis hesa vikuna.
Nærum allir handlar, matstovur, hárfríðkanarstovur og kioskir eru við í átakinum. Tey spenna seg út við ymiskum tilboðum til hendan dagin. Matstovan Texas Cafè hevur eisini eitthvørt spennandi mattilboð, so ein fer ikki svangur úr oynni aftur. Verður veðrið gott, vænta sandoyingar nógv vitjandi.
Sandoyar Kunningarstova samskipar hendan dagin.