Lappa spælarar saman í Moldova

Europa League: KÍ er á gáttini til at røkka bólkaspælinum, men skaðar, hiti og eitt meistaralið í Moldova standa í vegin

Í kvøld klokkan 18 spælir KÍ seinna dystin í “play-off” uppgerðini móti FC Sheriff Tirsapol úr Moldova. Vinnari sleppur í bólkaspælið í Europa League, sum er miðlingurin av evropsku kappingunum. Taparin endar í Conference League, sum er lítlibeiggi hjá Europa League.

 

KÍ var leikliga omaná, tá FC Sheriff var á vitjan á Tórsvølli farna hóskvøld. Gestirnir ætlaðu sær lítið og tá klaksvíkingar funnu út av tí fóru teir í álop. Patrick Da Silva legði KÍ á odda og Jákup B. Andreasen var bara ein meistarliga bjarging frá at økja til 2-0. Tíverri fyri KÍ stjólu gestirnir eitt stig við heim, tá teir eitt korter fyri tíð javnaðu.

 

Portalurin er við á ferðini í Moldova og boðar frá, at Claes Phillip Kronberg ikki verður tøkur til dystin. Hann hevur annars spælt fleiri av evropisku dystunum. Danski miðvallarin hevur bruna í hælsinuni.

 

Norðlýsið vísir á, at spælarar sum Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Patrick Da Silva, Hallur Hansson, René S. Joensen og Páll A. Klettskarð kunnu allir flokkast sum ivasamir. Portalurin skrivar, at tað er í samráð við fysioterapeutin, at Vegard Forren ikki vandi við í gjár. Hinir hava allir siti meira og minni uttanfyri seinastu vikurnar.

 

Tað er upplagt, at KÍ heldur fram við trimum í miðverjuni. Spurningurin er so í hvønn mun serliga Hallur Hansson og Páll A. Klettskarð kunnu hjálpa til. Teir hava verið nógv skaddir, men eru týðandi spælarar. Helst verður arbeitt við at lappa spælararnar saman, tí leysliga mett eru einar tjúgu milliónir krónur fleiri at heinta, um KÍ kemur Europa League bólkaspælið, heldur enn Conference League.

 

Dysturin verður klokkan 18.

 

##ms##