Larmandi tøgnin kring Pidda

Løgreglan arbeiðir við málinum um horvna Dánjal Petur Hansen, róptur Piddi, sum var tað eitt drápsmál. Blóðrestir eru funnar ymsa staðni, men einki lík. Skuldsetti maðurin noktar seg sekan, men sambært leiðaranum á kriminaldeildini, er rætti maðurin varðhaldsfongslaður. Meiri veit almenningurin ikki í málinum, har vantandi kunningin og tøgnin frá løgreglunar síðu rungar eftir í

Morð í Føroyum er ein rár hending. Lukkutíð. Vit skulu 24 ár aftur í tíðina fyri at finna seinasta morðið, ið skrásett er, tá ein ungur maður á Tvøroyri skeyt og drap unnustu sína við byrsu. Síðani 1960 eru farnar fram fimm hendingar, sum hava verið beinleiðis morð. Í øllum førunum vóru drápini uppklárað beinanvegin.

Kanska er hetta orsøkin til, at løgreglan er so hulin í málinum um Pidda, at tey eru so óvon at viðgera drápsmál – og als ikki von at viðgera morðgátur av hesum slagnum. Um málið reint løgreglufakliga er handfarið rætt av fyrstan tíð, skal vera ósagt. Men flest øll mugu vera á einum máli um, at tá tað kemur til almenna kunningarpartin, so hevur løgreglan dumpað so dyggiliga.



Vantandi kunning

Nógvir, sera nógvir ósvaraðir spurningar eru í málinum um horvna Pidda. Sambært løgregluni er talan um eitt drápsmál, men skuldsetti maðurin, sum hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani 16. november í fjør, noktar seg sekan. Einki lík er funnið og løgreglan hevur higartil bara upplýst, at blóðrestir eru funnar í heiminum, har Piddi búði, og har skuldsetti maðurin búði. Síðani er komið fram, at blóðleivdir, ið stava frá Pidda, eisini eru funnar aftanfyri ein skúr í Norðoyatunlinum.

Og nú um dagarnir leitar løgreglan við fýra servandum hundum, ið eru vandir til at finna niðurgrivnar lutir, í Neshaganum á Toftum. Tað er kunningin, sum er komin frá løgregluni. Eftir standa eitt ótal av spurningum, sum almenningurin og – ikki minst – tey avvarðandi kundu hugsað sær svar uppá. Hvørji eru avhoyrd í málinum? Hvussu nógv hava gjørt vart við seg við upplýsingum? Hevur løgreglan morðvápnið? Hvussu nógv fólk arbeiða við málinum burturav? Hví vildi løgreglan hava upplýsingar um tveir bilar? Hvørji prógv hevur løgreglan? Hesar og fleiri aðrar spurningar hava vit sett Bergleifi Brimvík, leiðara á kriminaldeildini hjá føroysku løgregluni.





Fáorðaður leiðari

Tá vit fingu orðið á Bergleif Brimvík fyrrapartin hósdagin, gjørdi leiðarin á kriminaldeildini greitt, at hann ikki hevði so góðar stundir, og at hann heldur ikki fekk svarað ítøkiliga upp á spurningar í málinum.



Eg kundi hugsað mær at spurt eitt sindur generelt. Tit hava verið sparin við upplýsingum, men kanst tú siga mær, hvussu nógv fólk eru avhoyrd í málinum?

Nei, tað kann eg ikki her og nú. Tað havi eg ikki her og tað er hopileyst.

Men tú veitst, um tað eru fimm ella 30 fólk?

Tað fái eg ikki sagt, men tað er nógv meiri enn tað.

Veitst tú so nú, hvussu nógv fólk hava gjørt vart við seg við upplýsingum til løgregluna?

Nei, hasi tølini havi eg als ikki her og nú. Hatta má bíða.

Tað er ikki nakað tit kundu funnið fram í eini handavending?

Nei, ikki beinanvegin.

Kunnu vit fáa hesar upplýsingar í dag?

Nei, tað verður ikki í dag.

Kunnu vit fáa tað í næstu viku ella aðru viku?

Tað tori eg ikki at siga. Vit hava ikki hesi tølini her.

Hava tit eitt morðvápn?

Nei, tað fái eg ikki sagt nakað um.

Hví?

Tí málið hevur alla tíðina verið fyri afturlatnum hurðum.

Men ávirkar tað kanningina av málinum, um tit upplýsa, um tit hava eitt morðvápn?

Jamen eg sigi tær, at tað fái eg ikki upplýst nakað um. Tað einasta eg kann upplýsa tær, tað er um hesa kanningina, og har halda vit fram at leita í dag.

Hvat leita tit eftir?

Jamen, tað er sjálvandi eftir Pidda. Tað hava vit sagt áður.

Hvat er tað sum ger, at tit fara har at leita eftir honum har. Tað eru nýggir upplýsingar siga tit?

Ja, tað hava vit sagt. Tað eru upplýsingar, sum eru komnir fram.

Hvar stava teir upplýsingarnir frá?

Tað fái eg heldur einki sagt um.

Tá tit framvegis leita, so er tað tí, at tit einki hava funnið?

Jaja, tað er tað, sum eg sigi. Tað er ikki nakað nýtt.

Hvussu stórt er økið, tit arbeiða á?

Tað er eitt rættiliga stórt øki, har vit leita ymsastaðni.

Hava tit so fingið ábendingar um, at tit eru á rættari leið?

Nei, tað fái eg heldur ikki sagt nakað um.

Vantandi kunningin frá tykkum kann føra til misskiljingar og illgitingar. Eru tit varug yvir tað?

Jú, men tað er einaferð soleiðis, at tá málið hevur koyrt fyri afturlatnum hurðum, so fáa vit ikki farið út og givið nærri upplýsingar. Tað kann ávirka vitni og nevningar, sum skulu taka støðu í málinum. Tað er har tað liggur.

Men hvussu kann tað ávirka kaningararbeiði, um tit upplýsa, at tit hava eitt morðvápn?

Tí tá ert tú longu farin út við nøkrum tingum, sum eru søgd aftanfyri afturlatnar hurðar.

Eru fleiri upplýsingar komnir um bilarnar, sum tit eftirlýstu upplýsingar um, tað var ein Skoda Fabia og Ford Mondeo?

Nei, vit hava ikki fleiri upplýsingar um tað. Tað nyttar ikki at tráðspyrja meg um tað. Tað einasta, eg vil siga, er, at leitingin er tikin uppaftur.

Tit meta, at tit hava fatur á rætta manninum?

Sjálvandi gera vit tað!

Og tit hava ikki illgruna til nakran annan?

Nei.



273 dagar

Í dag, fríggjadagin 3. august 2012, eru 273 dagar síðani, at løgreglan við vissu veit, at Piddi, Dánjal Petur Hansen, gav lívstekin frá sær. Tað eru 269 dagar síðani, at Piddi varð eftirlýstur í fjølmiðlunum fyri fyrstu ferð. Fyri 263 døgum síðani komu kriminalteknikarar úr Danmark at gera kanningar í málinum, og í 262 dagar hevur ein maður sitið varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri at hava beint fyri Pidda.

Síðani maðurin varð varðhaldsfongslaður hevur løgreglan arbeitt í tí dulda yvir fyri almenninginum. Millum lítið og einki hava tey likið út, og hvirra hevur valdað í málinum so tað rungar eftir í.