Ræðist at norðuratlantisk umboð avgera fólkatingsvalið

Lars Boje Mathiesen úr Nýggju Borgarligu heldur lítið um, at føroyingar og grønlendingar kunna blíva tungan á vágskálini

Tað er greitt at fólkatingsval verður í heyst. Tey Radikalu fella stjórnina um Mette Frederiksen ikki skrivar val út í seinasta lagi 4 oktober.

 

Veljarakanningarnar í Danmark eru javnari enn nakrantíð. Hvørki blái ella reyði blokkur sær út til einsamallur at klára at fáa meirilutan. Hetta merkir, at lillaði flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen og føroysk og grønlendsk fólkatingsumboð sannlíkt kunna blíva tungan á vágskálini.

 

Hetta heldur Lars Boje Mathiesen úr Nýggju Borgaligu lítið um. Í podcastinum "Tað bláa hornið", ið er eitt borgarligt podcast hjá Radio 4, segði Lars Boje Mathiesen soleiðis:

 

- Eg ræðist, at tað verða tey norðuratlantisku umboðini, ið koma at avgerða tað (valið). Hóast eg eri sera glaður fyri okkara ríkisfelagskap, so vita vit, sum hava okkara dagligu gongd á Christiansborg, at tey norðuratlantisku umboðini á ongan hátt luttaka í nøkrum sum helst av tí parlamentaristiska arbeiðinum. Tey møta einans upp, tá tað snýr seg um ríkisfelagskapin og onnur viðkomandi evni.

 

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur hetta seinasta fólkatingsárið varpa ljós á vandamálini við, at føroysk og grønlensk fólkatingsumboð kunna taka ræðið av einum demokratiskum meiriluta, og harvið velja, hvør vongur skal stjórna í einum øðrum landi í fýra ár.

 

Færøsk MF`er: De nordatlantiske mandater kan forvandle folketingsvalgets vindere til tabere

 

Er tað rætt at føroyingar skulu avgera hvør vinnur eitt fólkatingsval?