Lars Muller dømir í dag sín seinasta dyst í føroyskum fótbólti. Hann skal í næstum av landinum í arbeiðsørindum. Lars Muller er løgreglumaður og skal komandi hálva árið arbeiða á Bornholm.
- Eg havi boðað dómaraleiðarinum frá, at eg dømi mín seinasta dyst sunnudagin í Gundadali, sigur Lars Muller við In.fo undan dystinum millum HB og EB/Streym í dag.
Lars Muller er sjey ferðir valdur til ársins dómara í føroyskum fótbólti. Hann hevur fyrr umhugsað at gevast, men hvørja ferð hevur hugurin til fótbólt vunnið. Hann væntar ikki, at tað verður tilfeldið hesaferð.
- Sum eg føli tað nú, er tað eitt endaligt farvæl, sigur Lars Muller, tá hann verður spurdur um hann endaliga gevst við hesum.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum í Gundadali millum HB og EB/Streym. Eftir dystin verður eisini samrøða við Lars Muller. FM1 er somuleiðis í Gøtu, har Víkingur tekur móti Skála.