Lars Løkke hevur umskipað

Eva Kjer Hansen legði frá sær sum landbúnaðarráðharri leygardagin, men nú er nýggjur ráðharri tilnevndur

Tað var serliga buldrasligt hjá danska forsætisráðharranum í seinastu viku. Leygardagin legði Eva Kjer Hansen, sum stríðið stóð um, frá sær.

 

Í dag hevur forsætisráðharran so tilnevnt ein nýggjan ráðharra.

Nýggi ráðharrin er Esben Lunde Larsen, sum higartil hevur verið kenslumálaráðharri, sum nú tekur við sum nýggjur landbúnaðar- og umhvørvísmálaráðharri.

 

Nýggjur kenslumálaráðharri og ráðharri fyri vísind verður Ulla Tørnæs. Hon situr í Evropa-tinginum, men forsæitsráðharrin kallar hana heim til danskan politikk og ein sess í stjórnini.

 

Morten Løkkegaard, journalistur og fyrrverandi vertur í DR, fer í Evropatingið fyri Ulla Tørnæs.