- Eg dugi ikki at siga, hví eg eri valdur. Eg havi verið heppin summar tíðir, og eg havi oftast dømt rætt í kroystum og ivasomum støðum. Tað er kanska tað, sigur Lars Muller.
Hann vísir á, at dómararnir hava eitt fantastiskt samanhald, og teir gleða seg longu til eitt nýtt kappingarár.