Lars Olsen hevur nú tvey samdøgur, at seta liðið til landsdystin móti Grikkalandi leygardagin. Hann sigur seg hava sett meginpartin av liðnum, men trý ivamál eru.
Til ber at hoyra samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir myndini
Tað er á høgra bakki, vinstra bakki og um Hallur Hansson verður klárur. Hann hevur fingið eitt spark á fótin, sum argar.
Til plássini á bakkunum tykkjast tríggir spælarar vera upp á tal. Teir eru Jóhan Troest Davidsen, Gilli Sørensen og Bárður J. Hansen.
- Vit mugu hava javnvág á liðnum og tað spælir eisini inn. Grikkar eru sterkir á teirra høgru síðu. Tí mugu vit finna útav, um vit tetta síðuna ella velja at leypa á júst har, sigur Lars Olsen og leggur afturat;
- Eg helli til, at vit leygarkvøldið skulu tora at skapa fleiri møguleikar og leypa meiri á, sigur landsliðsvenjarin og leggur upp til, at tað møguliga verða Bárður J. Hansen og Gilli Sørensen á bakkunum.
Hin møguleikin er, at Jóhan Troest Davidsen fær afturval á øðrum bakkinum, meðan annar av Bárði og Gilla spæla.
Á miðvøllinum er ivamál um Hallur Hansson verður tøkur. Her leggur Lars Olsen upptil, at tað verður antin Róaldur Jakobsen ella Odmar Færø, sum komin í staðin.
- Nú mugu vit so síggja hvussu tað verður við Halli. Um hann ikki spælir, so verður tað nokk annar av teimum, sum byrjaðu inni móti Rumenia, ið koma inn, sigur Lars Olsen og vísir til Róald og Odmar.
Landsliðið venur aftur í morgin klokkan 10.