Hetta sigur Lasse Klein, sum er formaður í tingbólkinum hjá Kristiliga Fólkaflokkinum.
? Tað einasta sambandið, sum vit hava havt við nakran í samgonguni er, at eg tosaði við Óla Breckmann í tveir minuttir um veður og vind, sigur Lasse Klein, sum afturvísir øllum gitingunum í fjølmiðlunum um, at teir nú skulu fara inn at bjarga landsstýrissamgonguni meirilutan.
Hann sigur, at um so verður, at teir verða spurdir, so er tað ógvuliga órealistiskt at hugsa sær, at Kristiligi Fólkaflokkurin fer í landsstýrið at taka yvir málsøikini hjá Sjálvstýrisflokkinum.
? Hví skulu vit fara út í landsstýrið beint undan valinum og taka yvir eitt niðurslitið málsøki, spyr Lasse Klein.
Hann heldur annars, at nýggja stýriskipanin nú skal roynast - at vit hava eitt minnilutalandsstýri, sum arbeiðir frá máli til mál.
? Men tað krevur so, at landsstýrissamgongan broytir hugburð, og fer at leita sær eftir meiriluta so hvørt, sigur Lasse Klein.