Tað tykist vera torført hjá dómarum úr teimum smáu UEFA limalondunum at fáa uppgávur í Europa Cup kappingunum og í landsdystum. Tað eru helst fáar uppgávur eftir, tá dómararnir úr stóru fótbóltstjóðunum í Europa hava fingið sín part, og so verður tað smábýtt hjá hinum, tí nú eru tey so kallaðu smáu UEFA limalondini so mong í tali.
Føroyingar eiga ein dómara, sum stendur á listanum hjá UEFA. Tað er Lassin Isaksen, og hann kann ikki klaga um arbeiðsloysi, tí higartil hava boð verið eftir honum tríggjar ferðir.
Fyrsta ferðin var 18. apríl, tá hann í Hollandi dømdi kvinnulandsdyst millum heimaliðið og Noregi. Onnur ferðin var 4. juni, tá hann dømdi U-21 landsdyst millum Danmark og Finnland. Dysturin varð spældur í Køge.
Triðja uppgávan var í Litavia 21. juni, tá Inkaras Kaunas í Intertoto kappingini spældi ímóti Baki Fexlesi úr Aserbadjan.
Og nú, so taka teir á sjónum til, skrivar aftur hjá Lassanum. Annan sunnudag skal hann til Svøríkis at halda skil á, tá a-landsliðini í kvinnufótbólti hjá Svøríki og Noregi skulu spæla í HM undankappingini. Linjuverjarnir, sum fara við Lassanum, vera Jón Kári Frederiksen og Tummas Pauli Olsen. Teir vóru eisini við á ferðunum í Hollandi og Littava.
Fyrsti a-dysturin
Lassin skal longu komandi mikukvøld royna seg í altjóða uppgávu. KSÍ, íslendska fótbóltssambandið, hevur biðið hann koma til Reykjavíkar, har hann á Laugardalsvøllinum skal døma millum Ísland og Letland. Hetta er fyrsta ferðin, at Lassin Isaksen fær til uppgávu at døma a-landsdyst á mannfólkasíðuni.
Talan er um venjingardyst, og í sovorðnum førum er tað vorðið vanligt, at linjuverjarnir koma úr heimlandinum. Tað vil siga, at føroyski dómarin fer einsamallur til Reykjavíkar í komandi viku.
Venjingardysturin er ein liður í fyrireikingunum til EM undankappingina, sum tað nú av álvara verðu farið undir. Ísland er í bólki við Russlandi, Fraklandi, Ukraina, Armenia og Andorra. Fyrsti dysturin hjá Íslandi verður á heimavølli leygardagin 5. september, og tað kann ikki sigast annað, enn at grannatjóð okkara fyri vestan fer at fáa seg rættuliga roynda. Mótstøðuliðið verður einki annað enn nýggju heimsmeistararnir úr Fraklandi, sum fyri fyrstu ferð í trý ár skulu royna seg í undankappingardysti (teir vóru sjálvskrivaðir í HM endaspælinum á heimavølli). Hetta verður samstundis fyrsti týdningarmikli dysturin hjá nýggja venjaranum.
Letland er í bólki saman við Noregi, Grikkalandi, Georgia, Slovenia og Albania. Fyrsti dysturin hjá teimum verður á útivølli sunnudagin 6. september. Mótstøðuliðið verður Noreg, og dysturin verður spældur á Ullevål í Oslo.