Lastbilur fór tvørur á Velbastaðhálsi

Í morgun hevur verið sera hált, og svarthálka hevur verið víða um landið.

Nakrar dagar herfyri høvdu vit kulda og kavaveður.

 

Síðan tiðnaði aftur uppundir farna vikuskiftið, men longu í morgun er aftur frost og svarthálka á vegunum.

 

- Vegirnir hava verið rættiliga hálir í støðum í morgun, og svarthálka hevur verið víða um landið. Tað hevur verið hált bæði hjá bilførarum og fólki til gongu.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at undir slíkum umstøðum er umráðandi at vera serliga ansin, tí tú kanst vera tikin á bóli, áðrenn tú varnast hálkuna.

 

- Hetta er galdandi bæði í bilaferðsluni og hjá fólki, sum eru til gongu. Tí er sera umráðandi at taka atlit til, at vegir og gonguteigar kunnu vera sera hál.

 

Heilt tíðliga í morgun fór ein lastbilur tvørur í svarthálkuni á Velbastaðhálsi. Bilurin fór ikki út av vegnum, men forðaði ferðsluni eina løtu.

 

- Hendingin á Velbastaðhálsi fór fram longu klokkan 05.35 í morgun, og tá var lítil ferðsla um hesar leiðir, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.