Løgreglan kannaði bilar við skúlarnar á Argjum og í Kollafirði í gjáramorgunin. Og aftur hesaferð var bilførari, sum fekk klipp í koyrikortið, tí at børn undir 15 ár ikki sótu í trygdarbelti. Tað var í Kollafirði. Á Argjum var einki mál skrivað.
Men í gjár var ein lastbilur tikin fyri at koyra 106 á vegnum millum Fjarða í Eysturoy. Og tað kostar, tí ein lastbilur skal ikki koyra meira enn 70 km um tíman, og tá talan er um lastbilar, verður dømt harðari, um tú koyrir ov skjótt. Fyri pesónbil er markið 20 km um tíman yvir mest loyvdu ferð, so fært tú klipp, og koyrir tú 30 km um tíman ov skjott, fært tú treytaða frádøming. Og koyrir tú 50 km um tíman ov skjótt, missir tú koyrikortið á staðnum.
Tá lana er um lastbilar er markir 15 km um tíman yvir mest loyvdu ferð fyri at fáa klipp í koyrikortið og 20 km um tíman ov nógv fyri at fáa treytaða frádøming av koyrikortinum. Lastbilførarin, sum koyrdi 106 km um tíman millum Fjarða gjár koyrdi 36 km um tíman ov skjótt, so tað er væl og virðiliga oman fyri markið at fáa treytaða frádøming av koyrikortinum.
Løgreglan tók eisini ein bilførara í Runavík í gjár, sum koyrdi 90 km um tíman. Tað gevur eitt klipp í koyrikortið. Hetta var í nátt klokkan 01:30.
Ein ungur maður var tikin fyri rúsdrekkakoyring á skutara, sum heldur ikki var í lógligum standi. Hann verður skuldsettur og fær bót í mun til inntøkuna.