Lat skynsemi ráða

Tað gleðir meg ótrúliga nógv, sum samfelags- og skattaborgara her á landi, at Fólkaflokkurin hevur útihýst at skipa samgongu við Tjóðveldisflokkinum

.
Tjóðveldisflokkurin hevur nú í 4 ár misrøkt sínar skyldur mótvegis tí fólki, sum búleikast her á klettunum, við bara at hugsa um fullveldisætlanina og gloyma, at teir hava aðrar skyldur mótvegis hesum samfelag og fólki.
Høgni Hoydal, sum skattaborgari finni eg meg ikki í, at tú spælir russiskt roulette við mínari familju, sum tú hevur gjørt hesi seinastu 4 árini. Allar tínar ætlanir um yvirtøkur hevur hvørki høvd ella hali verið á. Snøkt sagt hevur onki skil verið á tínum arbeiðssetningi, har tú í nógvum førum er farin rættiliga lætt um sannleikan.
Eg kann taka eitt dømi sum tildømis yvirtøku av løgregluni og rættarskipanini, har tú hevur sagt, at henda yvirtøka kostar ca. 40 mill. kr. Bara lønir til politistar, fúta, ákærar og kontórfólk liggur nokk væl omanfyri 40 mill. kr. Harnæst skulu eisini roknast pensiónir. Innan dómsvaldið skulu setast kontórfólk. Her skal starvsfólkatalið eisini økjast. Útyvir hetta skal eisini upprættast eitt Løgmálaráðharrastýri við løgmálaráðharra, juristum kontórfólki ? kanska eitt stað millum 50 og 100 fólk. So alt í alt hevði henda yvirtøka nokk kostað væl omanfyri 100 mill. kr. um árið og sum skal fíggjast okkara fiskimonnum. Í dag er alt hettar fíggjað av danska statinum uttan um blokkin. Harnæst skulu vit eisini finna fígging til bygningar, materiel og viðlíkahald av hesum.
Høgni Hoydal, kenni eg teg rætt, so vil tú rættvísgera hetta við, at henda yvirtøka eisini kann lata seg gera, um alt Føroya fólk stendur saman, so skulu vit nokk finna fígging til hettar eisini. Tú hevur bara gloymt nakað serliga umráðandi. Alt Føroya fólk stendur ikki saman um hesar yvirtøkur. Ca. 75% av Føroya fólki dugir at rokna, har vit vita at 2 + 2 er 4 og hvørki 3 ella 5.
Eitt annað, sum tú ikki hevur hugsa í hesum sambandi er, »hvar fært tú alt starvsfólkið frá til upprættan av eini rættarskipan og løgmálaráði«!!!
Í hesum sambandi vil eg takka Jóannes Eidesgaard fyri, at hann ikki hoppaði á fullveldisvognin hjá Høgna Hoydal og hansara ørvitisprojekti.
Nei, nú er tíðin komin, har tit skulu halda tykkara vallyftir um at rætta upp á okkara samfelag, sum hevur ligið í misrøkt nú í 4 ár.
Tann einasti mátin hettar kann lata seg gera, er at sambands-, javnaðar- og fólkaflokkurin finna saman í eina samgongu. Hvør so verður løgmaður er líka mikið. Tað er í síðsta enda politikkurin sum verður førdur, sum er avgerandi, og ikki persónurin. So føli eg, at mínar skattakrónur eru endaðar á rætta stað.