Amerikanskir sniðgevar heiðra teirra nýggja forseta við turrikløðum, t-troyggjum og taskum við Obama prenti. Obamani er ein av størstu rákunum í heiminum, og nógvir amerikanskir sniðgevar hava eisini valt at heiðra teirra nýggja forseta við serstøkum lutum. Alexander Wang hevur framleitt eitt turriklæði við einum av yndis orðunum hjá Obama ?change?, Diane Von Furstenberg hevur framleitt eina tasku við hjørtum og Obama prenti, og millum annað Zac Posen og Derek Lam hava framleitt t-troyggjur eisini við Obama prenti.