Lata av ognum sínum

34 amerikanskir milliarderar hava avgjørt at gera sum Warren Buffet og Bill Gates, sum hava gjørt av at lata helmingin av pengum sínum til vælgerandi endamál.

Avgerðin kemur í kjalarvørrinum av, at teir báðir amerikansku hópmilliarderarnir í juni fóru undir eina herferð til tess at fáa milliarderar at býta út av pengum sínum.

Millum teir milliarderar, ið taka undir við Buffett og Gates, er borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, Barry Diller, kendur úr undirhaldsvinnuni, Larry Ellison, sum var við til at stovna Oracle, T. Boone Pickens, kendur orkumaður, Ted Turner, sum hevur verið við til at seta CNN á stovn og David Rockerfeller og íleggjarin Ronald Perelman.

Buffett, sum er íleggjari, og Gates, sum setti Microsoft á stovn, hava biðið fleiri hundrað amerikanskar milliarderar um at býta helmingin av ognum sínum til vælgerandi enamál.
Buffett og Gates kalla herferðinga The Giving Pledge - lyftið um gávu. Endamálið er, at ríku amerikanarar gjøgnum lívið ella eftir deyða teirra lata helmingin av pengum teirra til stuðul ella vælgerandi endamál.

Warren Buffett, sum er ein av kendastu ríkmonnum í USA, sigur á síni heimasíðu, at hann »kundi ikki verið eydnuríkari« av síni avgerð í 2006 um at lata 99 prosent av síni persónligu ognum til stuðulsgrunnin hjá Bill og Melidu Gates og aðrar hjálparfelagsskapir.

Bill Gates og konan Melinda hava latið 28 milliardir dollarar - okkurt um 170 milliardir krónur, til teirra egna menningargrunn. Hann hevur stuðlað stórum verkætlanum í fátøkum londum, eitt nú stríð móti malaria og sosialar verkætlanir í USA.