Lata síðsta skotið av 345 dagar eftir fyrsta skotið

Eitt lítið ár eftir at fyrsta skotið varð latið av, verður síðsta skotið latið av í morgin

 

Í regni og tjúkkum mjørka lótu Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd býráðsins, fyrsta skotið av til Húsareynstunnilin tann 8. mai í fjør. Og nú 345 dagar seinni lata teir í morgin síðsta skotið av.

Fyrra skotið varð latið av við tunnilsmunnan undir Villingadalsvegnum, síðsta skotið verður latið av undir ríðingarbreytini úti í Marknagil.

Tunnilin, sum er 1840 metrar langur, skal standa liðugur 1. november í ár, sigur tíðarætlanin.

Kommunan boðaði í dag frá, at tunnilin verður sprongdur í gjøgnum í morgin, mikudagin klokkan 15.

– Tað verða teir báðir Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd, sum fara at lata seinasta skotið av. Borgarstjórin sigur nøkur orð á staðnum, skrivar Tórshavnar kommuna. 

##med2##

Á kortinum sæst, hvar áhugað kunnu standa og hyggja, tá skotið verður latið av. Fólk frá kommununi verða á staðnum og leggja lag á ferðsluna.

Aftaná verður farið yvir á Hotel Føroyar at fáa kaffi og køkur í forhøllini.