Jan Müller
Millum mongu jóla- og nýggjársgestirnar í ár var eisini ein kendur havnamaður, Eivindur í Gongini. Hann gongur á listahandverksskúla í Danmark og kom heim til jóla á heldur sjáldsaman hátt nú á døgum - nevniliga á kjøli saman við fleiri hundrað øðrum føroyingum.
Eivindur hevur ikki orð fyri, hvussu fegin hann er um, at Smyril Line er farin at sigla alt árið millum Føroyar og Danmark. -Vetrarsiglingin er einki minni enn eitt plettskot, og tøkk skulu øll tey, ið starvast hjá felagnum, hava fyri, at tit hava givið okkum føroyingum, ið búleikast í Danmark at kunna koma heim til jóla við skipi sigur Eivindur í Gongini. Hann vísir á, at tá hann kom umborð á Norrønu í Hanstholm kom kenslan og minnni fram, tá man fór gomlu jólatúrarnar heim við Tjaldrinum.
-Vit vóru 500 fólk við. Øll komu umborð við tí fyri eygað, at nú skuldu tey rættiliga hugna sær. Tú merkti, at fólk veruligu nutu henda túrin heim, hóast mong sjálvandi ikki eru ov fegin um at skula sigla á vetrartíð.
Eivindur í Gongini heldur tað vera ómetaliga gott at hava eitt skip siglandi millum Føroyar og Danmark alt árið, tí tað eru ikki øll, sum eru so fegin um at flúgva. At tú so eisini kanst hava bilin við aftur og fram hevur eisini nógv at siga.
Hann heldur tað er so ótrúliga gott at kunna kobla frá gerandisdegnum. Her hevur tú 36 tímar umborð, uttan nakra telefon ol. og har tú veruliga kanst tosa við fólk, hvíla teg og hugna tær.
Greiðu ráðini frá Eivindi í Gongini til leiðsluna í Smyril Line eru: haldið fram við vetrarsiglingini!