Hví verða vinstravend—persónar, sum annars rópa hurrá fyri Monty Pythonsa “The Life of Brian”—umgjørd til eina skrukkandi Armgarð Arge, tá ið tað kemur til islam?
Teksturin hesuferð er um at fordøma dirvisloysi. Hann byrjar við eini frásøgn um eina søguliga skaldsøgu eftir journalistinum Sherry Jones, sum tú ikki kanst lesa.
“The Jewel of Medina” greiðir frá um lívið hjá Aishu. Aisha er ein genta, ið varð gift burtur sum seks ára gomul til ein hálvthundrað ára gamlan mann við navninum Muhamed ibn Abdullah.
Á hennara hjúnabandsdegi spældi Aisha á einum danditræi í urtagarðinum hjá pápanum. Inni í køkinum syrgdi pápin fyri at trúlova hana. Sjálv visti hon ikki av nøkrum fyrrenn hon var forbjóðað at spæla uttanfyri húsini saman við hinum børnunum. Trý ár seinni skuldi hon kynsliga liva saman við hennara nú 53 ára gamla manni.
Muhamed ibn Abdullah hevði regluliga sex við henni, og tá ið hon fylti fjúrtan, skuldsetti hann hana fyri hjúnabandsbrot av tí at hann helt, at hon hevði horast við einum manni heldur tættari at hennara egna aldri. Stutt aftaná álegði Muhamed øllum sínum konum at fjala andlit sum kropp. Hetta, tóað eingin onnur kvinna í Arábia gjørdi tað.
Tað ber ikki til at lesa søguna um Muhamed og Aishu. Maðurin í søguni, Muhamed ibn Abdullah, varð kendur fyri muslimum sum “profeturin Muhamed”. Heimsumfatandi útgávufelagið Random House keypti “The Jewel of Medina”, og var hon búgvin til at gerast ein bestseljari áðrenn Denise Spellberg, ein multimentanarligur professorur frá Texas, ávaraði bókaútgevaran um at skaldsøgan “helt profetin Muhamed til rukku og niðraði islamiska søgu”.
Afturat hesum ávaraði frøkun Spellberg Random House, at um ikki tað støðgaði bókaútgávuni, fóru teirra starvsfólk at verða fyri islamiskum yvirgangi samtíðis sum at muslimar fóru at svara aftur við somu øði, sum tá ið “Satanisk ørindi” hjá Salman Rushdie og keiputekningarnar hjá Kurt Westergaard komu fram. Fjáltur kom á útgávufelagið við tí seinnameiri úrsliti, at tað morlaði bókina.
Í Evropa hava vit umsíðir sett úr gildi langligar lógir um blasfemi soleiðis at kristindómur ikki longur er hevjaður upp um atfinningar. Men tær verða avloystar av eini aðrari lóg um blasfemi, ið hindra tær at finnast at islam. Ein evropeisk lóg hildin uppi, ikki av demokratiska státinum, men av stalinistiskum muslimum og teirra nýligu sálarvinum á evropeiska vinstrivonginum.
Sjálvsagt, eg kundi latið vera við at skriva um nettupp hetta—heldur skriva um sektarskúlan á Velbastað. Men rætturin at finnast at átrúnaði er eins dýrabarur, og dýrgoldin, sum rætturin at finnast at landsins leiðslu. Um ikki vit brúka hann, missa vit hann!
Tað eru tey, ið spyrja: hví tímir tú at halda á við at harta gamalsliga átrúnaðarliga áskoðan? Svarið er: hygg at okkara egnu søgu; hygg at hvussu kristni misti sín førleika at ræða fólk til lýdni við spøkilsiskendum heilaspuna um æviga glatan og helviti.
Hvussu misti kristni sín førleika at spjaða skomm um íborna innantrongd—sex fyri hjúnalag, onani og samkynd? Svarið er: tí at grundandi atfinnarir løgdu í vaðið og fóru at skjóta við skørpum eftir táputryggjaðum sunnudagsskúlasøgum.
Teir funnu gánandi opilsi í mestsum øllum bíbliusøgum av moralskum og skilvísum slag. Teir stillaðu spurningar. Hvussu kann ein eingil ísáa eina jomfrú? Hví krevur Gud í Gamla Testamenti, at hansara fylgisneytar skula átaka sær at fremja fólkadráp? Hvussu kann ein maður yvirliva inni í einum hvali?
Vinstravend hava ætlandi gloymt, at endurútleggingar av trúnni, gjøldur og spottan kluvu óreformeraðan kristindóm sundur. Kemur tú við nóg nógvum sterkbygdum og stívrendum spurningum, tá vil bókstavatrúgv neyðturviliga verða skumpað aftur til ein metaforiskan stað, har líkindini fyri at andvekja fólk at drepa og doyggja vegna trúgv eru nógv minni.
Men ivasamir muslimar, teir, ið vilja eina upplýsingartíð, sum seta opið kjak og bókasøvn framum sensur og bókabrenning, verða aftraðir í at fylgja hesi vitbornu geil. Teir kunna ikki spyrja: hvat sigur tað um Muhamed, at honum dámdi barnasex, ella tað, at hann lamløstaði eina bygd kjokkað við jødum, ið søgdu nei til at tilbiðja hann?
Ikki tí, modernaðir muslimar eru ikki einsamallir um at vera fyri sensuri. Tað er nú so, at tað ikki er neyðugt at myrða nógvar Theo van Gogh, ella hótta muslimska avnoktaran Aayan hirsi Ali og ein pensjoneraðan keiputeknara eftir lívinum, ella morla nógvar bøkur eftir Sherry Jones, til tess at ræða restina. Hugsa tær hvussu nógvar bøkur, ið aldri verða skrivaðar, hvussu nógvir filmar, ið aldri verða gjørdir, tí at vit ræðslusligin hava sensurerað okkum aftur í myrku miðøldina.
Vit mugu ásanna dupultmoralin, og at hesin fer at kosta muslimum, tá ið samanum kemur. Við at avbyrgja ein átrúnað frá atfinningum—kringa hann við eini ravmagnaðari píkatráðaforðing skírd “virðing”—syrgir tú fyri at krypla hesa anti-frælsu trúgv soleiðis at hon verður verandi á sínum mest barnsliga og mest fanatiska menningarstigi.
Hvussu heldur tú ikki, kristni hevði sæð út í dag, ja, heimurin sæð út í dag, høvdu Mark Twain, Thomas Jefferson, Adam Smith, Bertrand Russell og George Elliot, fyri at nevna nøkur, øll verið morlað av ótta fyri fanatikarum? Tak einhvørja bygdasliga samkomu í suðurstátunum, ella eitt vekingarbøli í Klaksvík... og metastasera tað so!
Nú tá ið Sherry Jones kortini hevur aktualiserað tað, latið okkum tá hyggja at hjúnalagnum millum Muhamed og Aishu. Rætt er, hatta vóru øðrvisi tíðir, og tað kann vera, at tað tá var vanligt hjá trøllvaksnum monnum at dáma barnasex. Keldurnar eru ikki eintýddar hesum viðvíkjandi.
Men óansæð, so er tað, at verða gjøgnumgataður, tá ið tín kroppur ikki er likamliga búgvin, eitt ótolandi pínufult upplivilsi. Millum víkingar, til dømis, var tað meira vanligt enn í dag at fáa armin høgdan av; men tað merkir ikki, at viðkomandi neyðardýr av einum víkingi ikki fekk heilt óluksáliga ilt.
Søgan um Aishu er eisini enn eitt dømi um hvussu javnaðarsinnaðir vesturlendingar, líka frá hard-core sosialistum í Split til kenslusom og eftirgevandi herðatasku-berandi ungfólk í Havn, stinka av dupultmorali.
Fyrst greiða hesi so staðiliga frá, hvussu avgerðin hjá Muhamed at hava sex við eit barn má metast eftir hvat var góðtakiligur atburður tá í tíðini, fyri síðani at krevja, at vitonnur skula skilja hasi, ið fylgja Muhamedsa morali út í æsir.
Nærlagdi spurningurin er tí: “Hvat verður tað til—skula vit virða og treytaleyst stuðla fólki, ið bókstavliga fylgja primitivum morali hjá einum pedofili, ella skula vit atfinningarsamt meta um handa moralin fyri síðani at taka eina sjálvstøðuga avgerð?”
So, hví verða vinstravend—fólk, ið prísa “The Life of Brian”—umgjørd til eina skrukkandi Armgarð Arge, tá ið tað kemur til muhamedstrúgv? Hvat um ein bók um lívið hjá Kristus varð morlað av ótta fyri nøkrum ørkymlaðum ‘getsarum’, ið devaluera konufólk, ella fanatikarum í Alabama, ið halda seg síggja eitt fullvegis menniskja í eini mannakyknu. Hvussu hevði hetta ikki sett øði í reyðu 68arnar og teirra taskuberandi avkom.
Ikki tí, sum liberalist øsir slíkt eisini meg upp, samtíðis sum tað særir meg at viðganga, at tað hjá nógvum proliberalum heilum tykist væl lættari at harta kristni. Ein grundin er ótti: ímyndin av Theo van Gogh liggjandi á eini gongubreyt í tí vanliga so lívliga og litmikla Amsterdam, bønandi, ”kunna vit ikki tosa um hetta?”—fyri síðani at fáa ein sláturknív í bringuna—er faktisk ein hampa grund at flyta kjakið um islam yvir á hvussu tú fært tíðina at ganga inni í búkinum hjá einum hvali.
Onkur spyr kanska: ger ein krønika, ein keiputekning, ein tíðargrein, ein skaldsøga, ein filmur nakran mun? Nei. Men kumulativt? So avgjørt!
Aftaná avgerðina hjá Random House ikki at geva út “The Jewel of Medina” tók hugprúði modernitetsverjin Salman Rushdie til máls í enska álvarablaðnum The Times: “This is censorship by fear ... absolutely shocking”.
Hr. Rushdie nerti við upplýsingartíðina, og hvussu eitt trúliga frælst samfelag ikki loyvir nøkrum, landsstýri, fyritøku, kirkju ella einstaklingi, at gera av, hvat kann og hvat ikki kann útgevast. Muslimar eru nóg harðvunnir og garvaðir at klára nakrar harðar spurningar. Tað er lítillætni at fara við muslimum sum vóru teir fjálturstungin og smásær børn, sum ikki klára hasa rannsakandi og niðrandi og speirekandi viðferð, vinstravend sum liberalistar, kristin sum ateistar, tilluta kristindómi.
Tíðindini um at skaldsøgan “The Jewel of Medina” ikki sleppur at síggja dagsins ljós, er eitt krystallklárt dømi um eina tangaratsókn at fáa atfinningarsamt kjak um islam at tiga. Og tað er í stórum broti hasin eymi multimentanarligi vinstrivongurin, sum roynir at kjaftbróta óræddar liberalistar.
Á annað borðið hótta muslimskir fanatikarir tær eftir lívinum; á hitt borðið kallar vinstrivongurin teg “islamofob” og “rasist”. Men regluføst spottan er ikki rasisma. Sostatt eru tað ikki avbjóðandi skaldsøgur, ið skula morlast, men heldur vinstravent tolsemi fyri islamiskum ótolsemi, ið skal.
Eg eri forsprákari fyri einum liberalum upplýsingarpolitikki, ið miðar ímóti at hjálpa muslimum at reformera seg sjálvar og finna sín egna John Locke. Ein anti-sosialistiskur politikkur, ið fer við øllum einstaklingum sum vaksið fólk, sum klára at taka ímóti skilaspurningum. Og tí er tað, at tá ið vit morla bøkur av ótta fyri skynsemisvillingum, tá avhøvda vit eisini okkara mest dýrmetta frælsi.