Ólavur Hátún
Føroysk málviðgerð hevur í alt ov stóran mun verið merkt av, hvussu mál okkara átti at verið í staðin fyri at viðurkenna málið, sum tað er. Hetta førir ofta við sær løgin orðasnið, sum ikki hava støði í veruliga málinum.
Í seinastum er útvarpið farið at tosa t.d. um Kollfjarða skúla, Fuglfjarða bygdarráð og aðrar slíkar samansetingar. Ivaleyst stendst hetta av, at tað fellur so tungt at siga Kollafjarðar skúli, Fuglafjarðar bygdarráð o.s.fr. Men tað er jú ongin í Norðstreymi, sum sigur annað enn Kollfara skúli, Kollfara kirkja, Kollfara Ítróttafelag o.s.fr., og man ikki fuglfirðingum renna orðið fullgjarað (smbr. hálvfjarað) í huga, tá teir hoyra útvarpið fara soleiðis við teirra bygdarmáli?
Og nú vit eru við hesar bygdir ? og vit kundu sjálvandi tikið t.d. bæði Árna fjørð og Oyndarfjørð við ?, so fóru vit í Norðstreymi ikki til Kollafjarð-ar, men til Kollafirðar, mær vitandi fara fuglfirðingar heldur til Fuglafirðar enn til Fuglafjarðar, og nú segði mær árnfirðingur, at tey har norðuri fara heim til Árnafirðar. Vit vita,at orðið bendist fjørður, fjørð, firði, fjarðar, og at fyrisetingin til helst krevur hvørsfall í sambandi við staðarnøvn ? til Havnar, til Gjáar, til Eiðis o.s.fr.; men tá talan er um endinga ? fjørður, hevur talumálið á staðnum vilja tað øðrvísi, og tað haldi eg, at vit eiga at virða. Hvørjumfallsformin finnur tú jú eisini aftur í orðunum kollfirðingur, fuglfirðingur, oyndfirðingur og árnfirðingur og ongin kundu funnið uppá at sagt kollfjarðingur, fuglfjarðingur etc., sjálvt um slíkar samansetingar vanliga hava hvørsfall ? toftamaður, sandavágskona, bíggjarfólk o.s.fr.
Onnur dømi um, at mál okkara ikki er eintáttað í orðasniðum, men loyvir sær fjøllbroytt frávik er t.d. tað, at tú sigur dalmenn um menn sum búgva í Gásadali, norðadalsfólk um tey í Norðadali (hví tyngja um við at skriva Norðradalur?) og dalbingar um fólk í Dali. Somuleiðis vóru tað ikki bíggjarmenn, sum búðu úti á Bø (sunnan fyri Kirkjubø), men bømenn, og tú fert ikki til Kirkjubíggjar, soleiðis sum vit fara vestur til Bíggjar, men til Kirkjubøar.
Endamálið við hesum stubba: Lat okkum ikki framhaldandi við mállæruklókskapi gera okkum inn á okkara livandi móðurmál, men heldur lata tað menna seg eftir egnum natúrligum fortreytum.