Laudrup á landsliðið

19 ára gamli Andreas Laudrup er ein av spælarunum, sum er farin við danska U21-landsliðnum til California. Í heyst hevur Laudrup gjørt vart við seg í FCN, har hann hevur fingið meira og meira tíð á vøllinum, og nú verður tað so fyri Danmark, at hann skal royna seg. Ikki óvæntað er fokus frá miðlunum stórt, tá eftirnavnið er, sum tað er, men sjálvur tykist spælarin ikki nervaður av hesum. – Hetta er ein fínur endi upp á eitt fótbóltsheyst, har eg havi spælt nógv og har tað hevur gingið felagnum væl, sigur Andreas Laudrup við ítróttin hjá TV2.