Tey, sum hava hitt Lauru í Rituvík, minnast hana. Hon smæðist ikki burtur. Hevur lætt við at seta seg í samband við fólk, tosar nógv og hart, hevur skjótt til látur og sýnir tí einstaka og felagsskapinum ans.
Soleiðis er hon, og oftast og heilt nátúrliga er tað hon, sum stendur á odda, birtir upp undir, samskipar og tekur tøk, tá ið tiltøk skulu fyriskipast. Ikki minst tá ið tað snýr seg um heimbygdina Rituvík, har Laura altíð hevur búð og framvegis býr, tá ið tað snýr seg um eldrafelagið Nón í Runavík, og tá ið tað snýr seg um tey, sum í styttri og longri tíðarskeið og av sjúkuávum eru noydd at halda til á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.
29. august í fjør helt Laura 50 føðingardag í hølunum hjá eldrafelagnum Nón. Nógvir rituvíkingar møttu upp, og tað er eingin loyna, at teir rokna Laura at hava stóran týdning fyri trivnaðin í bygdini. Hon er eitt slag av liðformanni, søgdu tey og bóru dømi fram um, hvat teyvvið hesum sipaðu til.
Har vóru eisini mong frá eldrafelagnum Nón í Runavík, og eisini tey greiddu frá og fegnaðust um upplivingar, sum Laura hevur verið oddviti í at syrgt fyri, at tey hava fingið uttanlands.
Síðani 50 ára føðingardagin hevur Laura serliga brúkt tíð og orku upp á sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Tað venda vit aftur til um eina løtu.
Áræðið og hugurin hjá Lauru at skunda undir og saman við øðrum at taka tøk hevur borið við sær, at nógv er komið av skafti, sum ikki hevði komið í eygað, um tað varð bíðað eftir, at tað almenna tók stigið, m. a. tí raðfestingin segði, at tað ikki var fíggjarlig orka til tað. So hevur tað víst seg, at tað í civila partinum av samfelagnum ber til at finna arbeiðsorku og maskinorku, sum uttan viðurlag hevur syrgt fyri, at tingini vórðu fingin frá hondini.
Spæliplássið í heimbygdini
Í Rituvík hava tey prýðuligt spælipláss. Í løtuni verður fyrireikað at fáa góða grill aftrat. Bygdafólkið – bæði stór og smá – eru á spæliplássinum, ið ikki er FIFA sparkivøllur, men spælipláss, sum bygdafólkið sjálvt hevur fingið til vega.
Hvussu kom hetta í lag, Laura?
-Tað var í bindiklubbapráti her í stovuni hjá okkum undir kreppuni í nítiárunum. Vit vóru samdar um, at okkum tørvaði eitt spælipláss. Tíðirnar vóru ikki góðar, og tað gekk striltið at fáa kommununa við uppá tað. Bæði tí tey vildu hava plássið aðra staðni enn vit, og tí ætlanin varð mett at vera ov kostnaðarmikil. Eftir kommunuval eydnaðist at fáa býráðið við uppá, at spæliplássið skuldi verða undir Kass. Økið sá ikki so tespuligt út, men vit fingu allar góðar kreftir í Rituvík at samstarva, og so bar tað til. Tá vóru fleiri entrepenørar, sum áttu maskinur og lastbilar. Vit fingu bilbukt við stóru ánna, sum rann ígjøgnum stykkið, og so gekk tað skjótt. Fólk høvdu amboð við sær, og ofta endaðu vit við einum drekkamunni her inni hjá okkum. Mamma livdi tá. Hon var blind og búði hjá okkum, og henni dámdi so væl at hava lív rundanum seg. So tað vóru eykavinningar fyri okkum og hana, at so nógv vitjaðu inn her, greiðir Laura Olsen frá.
Leingi var spæliplássið eyrvøllur:
-So hoyrdu vit um, at klaksvíkingar skuldi skifta graslíki. Eg helt við hini, at vit áttu at spurt, um vit kundu fáa nakað av tí, sum teir har norðuri tóku av. Eingin roknaði við, at tað fór at eydnast at fáa graslíki úr Klaksvík og út til Rituvíkar. Eg ringdi til Jógvan við Keldu, sum tá var borgarstjóri, og fortaldi honum um ætlanina. Honum líkaði væl projektið hjá okkum, og hann syrgdi fyri, at vit fingu hetta játtað. Seinni fór tað av vindi, og aftur tá fingu vit graslíki frá klaksvíkingum. Tá fóru báðir vøllirnir – tann hjá okkum og tann í Klaksvík – av vindi í senn. Gunvá við Keldu skipaði fyri, at vit fingu burtur av tí, sum skuldi burtur har norðuri. Síðani er vøllurin nógv nýttur, eisini av barnagarðinum og frítíðarskúlanum, sum er í gamla skúla, og av barnagarðinum, sum var í Æðuvík. Nú eru vit spent uppá, hvussu tað fer at eydnast við grillini. Tilfarið er komið, og vit hava skaffað pengarnar til múraran, sum kemur í mai mánað.
Á ferð við teimum eldru
Eldrafelagið Nón skipar fyri uttanlandsferðum fyri limirnar. Í tí er Laura Olsen krumptappurin. Limirnir siga, at tað er óhugsandi at fara av landinum, uttan at Laura er við, um tað so er at fara til Danmarkar, Noregs ella onkra aðra staðni.
Hvussu ber hetta til, spyrja vit Lauru:
-Tað var mest sum av tilvild. Eg eri von við at vera við til at fyriskipa tiltøk. Tá ið tey í Nón so skipaðu fyri tiltøkum, tí tey ætlaðu sær uttanlands, heittu tey á meg um at hjálpa teimum. Hetta eru fleiri ár síðani, og so hevur hetta vundið upp á seg. Nú dugi eg ikki at ímynda mær ikki at vera við í Nón.
Hví?
-Tí tað gevur mær so ómetaliga nógv. Tey eldru eru so takksom, og tað hevur við sær, at eg fái styrki av at vera saman við teimum.
-Laura fer ígjøgnum heilt fyri okkum, siga tey í eldrafelagnum Nón:
-Hon syrgir fyri ferðaseðlum og gisting og útferðum. Eina ferð, vit vóru í Noregi og koyrdu aftur til Bergen fyri at fara heim aftur við Norrønu, vísti tað seg, at tunnilin var stongdur, tí tey arbeiddu í honum. Vit høvdu ikki gáað um hetta, og um vit skuldu farið umveg, so høvdu vit verið ov sein. Tað var ikki frítt, at panikkur var um at koma í, men Laura ornaði tingini. Hon ringdi til løgregluna, sum setti seg í sambandi við leiðsluna fyri arbeiðnum, og ein hálvan tíma seinni fóru vit ígjøgnum tunnilin, greiddu tey frá í 50 ára føðingardegnum og hildu seg harvið hava undirstrikað, at Laura megnar at fara ígjøgnum heilt fyri tey.
Hotellið í Keypmannahavn
Síðsta summar flutti Hotel Tórshavn, sjúklingahotellið í Keypmannahavn, í nýggj høli í Venøgade á Eysturbrúgv. Játtanin var so mikið knøpp, at tað í fyrstu atløgu ikki var møguleiki fyri skápum og sjónvarpi á kømurunum.
Í summar tók Laura stig til at peningur varð savnaður í Føroyum við tí fyri eyga at fáa skáp og sjónvarp. Hetta kom upp á pláss síðsta heyst, og fyri fáum vikum síðani handaði hon kekk til stuðulsbólkin fyri sjúklingarnar í Keypamannahavn. Tað gjørdi Laura, tá ið hon fyri triðju ferð í hálvt ár var saman við manninum í sjúkraørindum í Keypmannahavn.
-Hesin peningurin skal nýtast í summar at keypa tvey ára gamlan buss at koyra sjúklingarnar og tey avvarðandi til áhugaverd støð. Tað hevur stóran týdning, at tað eru umstøður hjá teimum á hotellinum at stytta sær stundir. Tað verður eitt nú gjørt við, at føroyingar í Keypmannahavn uttan løn og sjálvbodnir koyra frá hotellinum og til t. d. Fields, Fisketorvet, Kristnastovu, Frílandsmuseið og onkran túrin yvir til Malmø. Bussurin, Søljan, sum tey nú hava, er 18 ára gamal, og í heyst frætti eg, at hann gongur ikki gjøgnum sýn eina ferð aftrat. Kim, danin, sum koyrir millum Kastrup og hotellið og millum hotellið og sjúkrahúsið, skiftir ofta bussin út. Hann fer at skifta í summar, og nú kunnu vit keypa bussin hjá honum, sum er í orduliga góðum standi, hevur góð setur og hevur hentleikar til eitt nú tey, sum sita í rullustóli.
Hvat kostar hetta?
-Av tí at talan er um buss, sum hevur verið nýttur til hetta endamálið, og sum vit harvið fáa uttan moms, so fáa vit hann fyri umleið 350 túsund. Frá sjónvarpstiltøkunum var eitt sindur eftir. Tað hevur verið stórt upplivilsi fyri meg at royna at fáa tær 230 túsund, sum írestaðu, til vega. Eg vendi mær til nakrar útgerðarmenn, sum onkuntíð plaga at hjálpa í felag. Tað vóru Varðin í Gøtu, JFK Trol og Christian í Grótinum í Klaksvík, Framherji í Fuglafirði, Tavan í Leirvík og Faroe Marine í Oyndarfirði, sum syrgdu fyri, at nú er klárt at keypa bussin. Tað eru vit fegin um vegna sjúklingarnar, teirra avvarðandi og eisini bussførararnar.
Og so vóru tað sjónvarpini, sum vórðu keypt í heyst?
-Eg havi fylgt við á hotellinum síðani síðst í áttati árunum. Fyrstu árini var tað í Gothersgade saman við mammu, tá ið hon var niðri í sjúkraørindum, og seinni var tað saman við verfaðir. Síðsta summar, um somu tíð sum hotellið var flutt í nýggju hølini, fór eg niður saman við manninum, sum skuldi søkja sær heilsubót. Vit hava verið tríggjar ferðir niðri nú, og tíbetur er hann frískur. Fyrsta dagin, vit vóru á hotellinum, møtti eg skurðviðgjørdum og veikum manni á gongini. Eldri føroyingar eru varnir at biðja um hjálp, men hann takkaði, tá ið eg hjálpti honum við kuffertinum. Hann vildi hava tað upp á seingina, so hann ikki skuldi lyfta tað upp og niður fleiri ferðir. Tað var hann ikki førur fyri. Hann var so veikur, at hann helt seg fyri tað mesta á kamarinum, og tað skar meg í hjartað, at tað ikki var sjónvarp at stytta sær stundir við, og at vánirnar fyri, at tað skuldi koma, ikki vóru góðar. Tá gjørdi eg av at gera mítt fyri at skunda undir at fáa sjónvarp á kømrini.
Hvussu gekk tað fyri seg?
-Vit skipaðu fyri bingo í Runavík. Undirtøkan var góð, og tá ið eg setti meg í samband við fólk kring landið, var hugurin at hjálpa ógvuliga stórur. Bingo vóru í Klaksvík, á Oyrarbakka, í Vágum, á Argjum og í Suðuroy, Lisa Frederiksberg og Lions skavaðu nógv saman, og so var fíggingin komin upp á pláss. Tá ið vit vóru niðri í oktober, fór eg ein dagin saman við øðrum avvarðandi í Føtex á Fisketorvet. Eg hugdi eftir sjónvarpum og uppdagaði, at tey seldu øll tey góðu og kendu merkini. Har var okkurt upp á tilboð, og eg spurdi krambakallin, hvør prísurin var, um eg keypti 60 sjónvarp! Hann hugdi við og endurtók, um eg meinti við 60. So segði hann seg vera noyddan at senda boð eftir sínum stjóra, og tá ið hann var komin og hevði hoyrt søguna, sendi hann aftur boð eftir bossinum í felagnum. Hesin var ógvuliga upptikin av søguni um, hvussu føroyingar vildu hjálpa og boðaði frá, at Føtex gav avsláttur upp á knappliga hálvt hundrað túsund. Talan er um sjónvarp, sum eru rímuliga stór í mynd og eisini teksti, og sum tað ber til at leggja føroyska útvarpið og sjónvarpið inn í. Tey verða søgd at halda í eini tíggju ár. Samlaðu útreiðslurnar, íroknað besløg og uppseting, sum ein føroyingur tók sær av, vóru 140 túsund. Tað helt eg vera gott tilboð, men eg hevði ikki skil fyri tí. Leiðslan á hotellinum og onkur serfrøðingur kannaðu prísir og komu til sama úrslit, og so keyptu vit. Í oktober vóru øll 60 sjónvarpini komin upp at hanga, greiðir Laura Olsen fegin og eldhugað frá, og hon heldur fram:
-Tað er ógvuliga týdningarmikið, at umstøðurnar eru góðar, tí tað er rættuliga serligt at vera á sjúlkingahotellinum. Eitt kvøldið í august vóru vit átta, sum sótu kring borðið og prátaðu. Nú tá ið vit vóru niðri í januar, staðfestu vit, at í seks av hesum førunum er tann sjúki farin.
Brennir fyri teimum doyggjandi
Í løtuni arbeiðir Laura Olsen í blomsturhandlinum Orkis á Glyvrum. Hóast hon er farin um tey fimmti, og er vorðin omma, so ætlar hon sær nú at læra til heilsurøktara. 2. apríl fer hon undir útbúgvingina í Suðuroy.
-Eg gleði meg sum eitt barn, og royndirnar nógvu tey seinastu árini hava lært meg, hvat tað er, sum eg brenni fyri. Eitt nú nógvu vitjanirnar á ríkissjúkrahúsinum og á sjúklingahotellinum saman við mammu, Katrinu Einarsson í Rituvík, og síðani verfaðir, Kristian Olsen við Gjógv, sum nú bæði eru farin, og síðsta hálva árið saman við manninum, Jónsvein, hava givið mær møguleikar at verið tætt upp at sjúkum og eisini doyggjandi. Tað hevur sera stóran týdning, at síðsta tíðin er virðilig, og at tey fáa góða viðgerð, umsorgan, hjálp og linna, um tað so er til likam, anda og sálar. Tað eru tey, ið hava hava hetta sum starv, og eg vóni, at tað fer at eydnast hjá mær í útbúgvingini at fáa loyvi at vera við í hesum. Vónandi fer tað at bera til at sleppa í starvslæru á einum hospis. Eg brenni fyri hesum, sigur Laura í Rituvík.